UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-01-2018

Vitjanartænastan

Vitjanartænastan hjá Tvøroyrar Kommunu er nú rættuliga farin í gongd. Fyrstu fetini vórðu tikin moti ársenda 2016, tá fundir vórðu hildnir við Reyða Kross Føroyar, ið hevur eina virkandi vitjanartænastu í Tórshavn.

Herfyri varð ein faldari borin í hvørt hús í Tvøroyrar Kommunu, ið greitt lýsti hvat vitjanartænastan var og hvussu ein kundi gerast partur av skipanini. Faldarin, ið Tvøroyrar Kommuna sjálv hevur gjørt, við fyrimynd úr Tórshavn, gjørdi veruliga ein mun. Fleiri fólk ringdu beinanvegin – bæði fólk, ið ynsktu at gerast vitjanarvinir og fólk, ið ynsktu eina vitjan.

Eileen í Smiðjuni, Marit Poulsdóttir og Bergljót Enni mynda leiðsluna á Vitjanartænastuni og toghalda fyri at hon virkar. Tær siga, at sum er, so eru 7 fólk, ið hava biðið um vitjan og eru vitjanarvinir funnir til øll. Tey fyrstu eru longu vorðin vitjaði og um stutta tíð hava øll havt vitjan.

Tað ber altíð til at ringja og bjóða seg fram sum vitjanarvin, ella at seta fram ynski um at fáa vitjan. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og øll eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við Marit á 281338, Eileen á 289563 ella Bergljót á 294216.

Tvøroyrar Kommuna fegnast um at tað hevur eydnast at bjóða eldri borgarum okkara hesa tænastu og ynskir fólkunum handan átakið, bestu eydnu.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo