UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-03-2018

Reingerðarfólk til Pakkhús 4

Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til Pakkhús 4. Talan er um tíðaravmarkað starv til januar 2019
Arbeiðsøkið umfatar hølini hjá Pakkhús 4, sum er í tveimum hæddum. Starvið er normerað til 4 tímar um vikuna, 2 tímar ávikavíst ónsdag og fríggjadag. Ein fyrimunur er um umsøkjarin hevur líknandi starvsroyndir.
Lønin er smb. sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Umsóknir skulu sendast til:
Tvøroyrar Kommuna
Postboks 80
800 Tvøroyri

og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 9. apríl 2018 kl. 12:00.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo