UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-03-2018

Endurnýtslutiltak í barnagarðinum

Í hugnaliga barnagarðinum í Trongisvági er siðvenja, javnan at hava foreldrakaffi. Her koma foreldrini at vitja stovnin og børnini elska tað.

Ónsdagin 21. Mars í ár, settu tey í barnagarðinum sær fyri at gera dagin eitt sindur annaleiðis. Foreldrini fingu nú eitt skriv, har boðið var til “foreldrakaffi og Enurnýtslu”. Greitt varð frá, at tørvur var á reinum og heilum barnaklæðum upp til 12 ár. Foreldrum og børnum stóð so frítt at taka tað heim við tey ynsktu, ókeypis.

Starvsfólk og børn vóru spent at vita um nøkur klæðir fóru at koma inn, men tað vísti seg skjótt at neyðugt var ikki at stúra, tí ein ørgrynna av góðum klæðum kom inn. Tá foreldrini møttu frá kl. 14:00, hingu klæðini væl skipaði í aldursnólkar, so lætt var at finna runt í rúgvuni.

Kari Petersen, leiðari, sigur, at foreldrini tóku sera væl ímóti tiltakinum. Nógv góð klæðir komu inn og tað fóru eisini nógv útaftur og tað var jú endamálið, sigur hon. “Børnini vóru sera upptikin og spent til dagin, hugdu, spent eftir hvar teirra stødd var, onkur prøvaði okkurt og ”legði av”. So tá foreldrini komu vóru børnini so spent at visa teimum, og at siga frá, at var ALT ókeypis. Onkur segði at ”hetta er akkurát sum ein handil, men alt er ókeypis” sigur Kari. Klæðini, ið eftir vóru, verða øll latin nýopnaða Bláa Kross handlinum á Tvøroyri.

Barnagarðurin verður eisini ein partur av umhvørvisvikuni, ið Tvøroyrar Kommuna er í ferð við at skipa. Endurnýtsla er ein av hornasteinunum tá tað snýr seg um at varðveita umhvørvi okkara. Umhvørvisvikan verður í byrjanini av mai mánaða og fara vit at kunna um tað í næstum.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo