UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-01-2019

Mentanarnáttin verður 31. Mai 2019

Mentanarnáttin á Tvøroyri verður fríggjadagin hin 31. Mai 2019. Mentanarnáttin, ið bjóðar teimum vitjandi eina ørgrynnu av áhugaverdum tiltøkum, hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 2011. Henda dagin verður sjóneykað sett á mentanina í kommununi og ynskið er, at okkurt áhugavert er fyri øll. Í 2018 eydnaðist dagurin sera væl og í fagrasta veðri valfartaðu fólk frá tiltak til tiltak. Felags fyri øll tiltøk er, at alt er ókeypis.

So hvørt dagurin nærkast, verður meira kunnað um tiltøkini.

Hevur tú áhuga í at luttaka við onkrum tiltaki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 214614 ella á teldupostinum tvoroyri@tvoroyri.fo .

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo