UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-07-2019

Miðnáttarrøðan hjá Theresu T. Kreutzmann, á jóansøku

Miðnáttarrøðan, ið Theresa T. Kreutzmann helt á jóansøkua Tvøroyri, hin 22. juni 2019.

Góðu Tvørafólk og góðu Jóansøkugestir

Fyrst vil eg takka Tvøroyrar Kommunu fyri at hava víst mær ta æru at biðja meg halda røðu her íkvøld, Tað er nakað serligt at halda røðu í heimbýnum, onkursvegna so blívur man meiri kensluborin av at skula standa fram í sínum heimumhvørvi.

Tað eru nógv ár síðan eg var á Jóansøku, eg havi nokk verið ein av teimum sum onkursvegna havi hildi at tað var ikki so nógv við Jóansøkuni meiri, kanska íkveikt av tí tankanum at festivalarnar hava tikið yvir, men hesa síðstu tíðina havi eg hugsa um hví Jóansøkur saman við øðrum stevnum ikki eru soleiðis, sum vit minnast tær frá fyrr.
Eg minnist sum barn, hvussu tað bleiv stákast heima hjá okkum í fleiri dagar áðrenn jóansøkuna, og eg minnist tá abbin úr Vági kom á jóansøku so fínur í klædningi og hvítari skjúrtu saman við ommuni og restini av familjuni. Onkursvegna hevur tað fest seg hjá mær tað hugnaliga at síggja eldri menn í fínasta skrúð fara raggandi inn eftir vegnum, kanska við einum lítlum pirki, men altíð í góðum lag.
Eg minnist, hvussu nógv eg sjálv gleddi meg til at spæla saman við hornorkestrinum fyri jóansøkugestunum, og hvussu nógv eg gleddi meg til tivoli, sum var vestanfyri smiðjuna hjá Vagn tá í tíðini.
Vit høvdu ofta liggjandi gestir, og hjá okkum hendi tað meiri enn so, at onkur unglingi sum var sovnaður við vegkantin bleiv tikin heim við at fáa ein bita og ein blund, áðrenn jóansøkan eisini helt fram hjá teimum.
Hvør minnist ikki stokta høsnarungan við taffelchips afturvið, sum omman og abbin á Tvørabakka stóðu og seldu gjøgnum vindeyga út á náttina. Sum barn slapp eg at hjálpa teimum, og sum eldri stóð eg sjálv við vindeygað og keypti frá teimum. Tað trúgvi eg fyllir hjá mongum her í oynni sum ein býarmynd frá okkara ungu døgum
Býurin var fullur av fólki, sum stóð og prátaði og skemtaði, fólk sum ikki høvdu sæð hvønnannan í langa tíð – kanska ikki síðani seinastu jóansøku – hugnaðu sær saman, og serliga eyðkendar vóru nýklaktu pisurnar, sum í studentahúgvum settu dám á býin.
Eg kenni meg hepna sum ung á Tvøroyri. Dansur var hvørt vikuskifti, har vit høvdu møguleika at sleppa inn, og sum oftast var tað dansur eitt stað í oynni. Var dansur í Vági ella Sandvík, so koyrdi man til Vágs ella Sandvíkar.
Vit vuksu upp í stórheitstíðini hjá TB við fótbóltsdystum á Sevmýri, sum man fór til, um man tímdi ella ikki, tí tað var tað stóra sum hendi sunnudag. Eg minnist enn føroyameistaraheitið, sum TB vann í 1987, tá tyrlan í skundi mátti flúgva steypið suður.
Vit høvdu ein vardan og tryggan ungdóm. Man kann ikki finna betri stað at vaksa upp enn á Tvøroyri, og eg havi altíð við stoltleika kunnað sagt, at eg eri av Tvøroyri. Samstundis eri eg hálvur vágbingur, og tað má um nakað gera meg til heilan suðuroying.

Og soleiðis kann eg halda fram við at mála ta góðu myndina frá tá vit vóru børn og ung. Vit hava øll lyndi til at romantisera tað, sum var fyrr, men veruleikin er helst tann, at verðin er heilt annaðleiðis nú enn tá. Tilboðini vóru ikki so nógv, og tí var jóansøkan eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum í Føroyum
Í dag er tíðin ein onnur. Vit eiga meira pengar, og tilboðini eru nógv fleiri. Verðin er blivin nógv minni, men samstundis fer verðin eisini við nógv meira av okkara tíð. Vit geva okkum ikki á sama hátt sum fyrr stundir til at steðga á og koma hvørjum øðrum við, og tað, sum fyrr fekst at vita við at hitta fólk á jóansøku og øðrum stevnum, fáa vit í dag at vita við at hyggja í telefonirnar. Vit fáa nøktað okkara sosiala tørv á Facebook, og av tí sama missa vit tað menniskjaliga sosiala sambandið, sum altíð hevur eyðkent føroyingar og ikki minst suðringar.
Eg minnist t.d., tá sjónvarpið kom í fyrru helvt av 80’unum. Tá var ikki sjónvarp í hvørjum húsi, men vit plagdu at fara til Gudrid og Ova á Tvørabakka at hyggja eftir Colorado sagaen og Dallas. Og vit vóru ikki tey einastu. Ofta var stovan skítfull av fólki, sum vildu síggja sjónvarp. Tað sigst, at sjónvarpið gjørdi, at føroyingar góvust við at ganga inn til hvønnannan, men soleiðis var ikki í byrjanini, heldur tvørturímóti. Seinni kom sjónvarp í hvørja stovu, og so hvarv tað sosiala meir og meir.

Tey sum selja boðskapin best vinna, tí vit hava so nógv tilboð, og tað liggur í okkum alla tíðina at skapa nakað nýtt. Tá festivalarnir komu, broyttust væntanirnar hjá okkum til stevnurnar eisini – men í veruleikanum er tað heilt hvør sítt. Og í veruleikanum kann eingin annar seta lív í stevnuna enn vit sjálvi. Ein stevna verður ongantíð meir enn tað sum fólkið leggur í hana. Kommunan kann seta rammurnar, men tað eru vit borgarar, sum skulu fylla tær út.
Tað eru vit sum kunnu gera av, at nýta teir møguleikar sum eru. Vit mugu duga at hava tað stuttligt, sjálvt um treytirnar fyri jóansøkuni hava broytt seg. Og um vit duga at gera tað, ivist eg ikki í, at øðrvísi lív kemur í jóansøkuna aftur. Hetta er okkara tjóðarhátíð í Suðuroy, sum borgarstjórin skrivaði í síni heilsu, og tað eru bara vit sjálvi, sum kunnu halda hesi mentanini uppi.
Jóansøkuhaldið er ikki eitt elligamalt fyribrygdi – og tað er Tvøroyri sum so heldur ikki. Tvøroyri er bygd av fólki úr øllum Føroyum, sum sóu møguleikarnar her, og tey gjørdu Jóansøkuna við tí, sum tey valdu at vera felags um.
Soleiðis kunnu vit gera aftur - ikki gera Jóansøkuna til tað hon einaferð var, men gera hana til nakað stórt fyri okkum við tí, sum vit hava felags. Fólkið, sum býr og virkar í økinum, ER mentanin, so tað er upp til okkum at gera av hvat skal vera og brúka tað.
Hetta seinasta árið havi eg havt tann fantastiska framíhjárætt at arbeiða við ferðavinnuni í Suðuroy, og tað hevur mint meg á, hvussu fantastiska priviligerað vit eru at kunna liva og virka á hesum stað. Og eg hoyri als ikki til tann bólkin, sum tekur synd í Suðuroynni og bara síggi hóttafall. Í staðin fyri at tosa Suðuroynna niður eiga vit at tosa Suðuroynna upp og vísa umheiminum, hvussu gott her er at vera, og hvussu nógvar møguleikar vit hava at virka her.

Tíðirnar broytast og vit broytast við, og sjálvandi skulu stevnurnar, sum vit kendu tær einaferð, eisini tillagast nýggjar tíðir. Vit hyggja afturá og minnast við gleði, men skulu tora at byggja omaná tað sum var og leggja nýtt afturat
.
Vit byggja á herðarnar á teimum mætu kvinnum og monnum sum gjøgnum ættarliðini hava víst í verki, at Tvøroyri er bygt av einum vilja og einari styrki, sum flytir fjøll. Vit kunnu bara hyggja í søgubøkurnar so stendur har, hvussu Tvøroyri hevur verið full av undangongufólkum innan bæði handils- og fiskivinnuna. Tað eru hesar stoltu herðar vit byggja víðari á – tað mugu vit aldrin gloyma. Tí hevur tað týdning hvat tú og eg gera fyri felagsskapin, solieiðis at vit ongantíð aftur siga – Jóansøkan er ikki tað hon hevur verið.
Vit hava øll eina ábyrgd at bjóða okkara til at skapa tann stemningin, sum vit droyma um, um tað so er við at bjóða ella selja okkurt, ella at møta upp til tað sum er á skrá
Um vit huggja í skránna so eru lagdar nógvar kreftir í at gera rammurnar so góðar sum yvirhøvur tilber. Tvøroyar Kommunu, vinnulívið og sjálvboðin hava gjørt sítt – nú er upp til okkum at fylla rammurnar ut við at møta upp til tað sum er av tiltøkum. Tí bara soleiðis kunnu vit øll ávirka stemningin vit øll leingjast eftir.

Túsund takk fyri at tit tímdu at lýða og og framhaldandi góða Jóansøku.

 
 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo