UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-10-2020

Starv sum námsfrøðingur í Mýrifípuni

Mýrifípan søkir eftir einum námsfrøðing at starvast 30 tímar um vikuna, í tíðaravmarkaðum starvi, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, frá 1. November 2020 og til 1. September 2021.

Stovnslýsing:

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, -eina uppgávu vit øll lyfta í felag.
 
Vit vanta at tú: 
  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum. 

Setanarviðurskifti: 
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
 
Meira fæst at vita: 
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.
 
Umsókn: 
Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til 
 
Barnagarðin Mýrifípan
Att, Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
 
-ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 26. oktober 2020, kl.12.00.
  
Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarkað starv. 
 
 
 

 

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo