UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-01-2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Við jøvnum millumbilum er úr at gera hjá Tvøroyrar Havn, av skipum ið koma og fara. Sjáldsamt er tað tó, at so rokaligt er, sum í dag.

Við Varðan Pelagic liggur Tróndur í Gøtu og landar 400 tons av sild. Vestanfyri hann liggja frystifarmaskipini Samskip Crystal og Silver Copenhagen og taka ímóti fiski frá Varðanum. Innast í havnalagnum liggur djúphavstrolarin Suðringur. Á Drelnesi, beint undir mentanarhúsinum SALT, liggur 97 metra langa Samskip Arctic.

Nótaskipið Astrid lá eina løtu við Krambatanga í dag, men nú Smyril kom inn eftir fjørðinum, so fór skipið yvirum aftur. Astrid bíðar eftir 4 monnum, ið koma við Smyrli. Astrid er heimahoyrandi í Skagen og er bygd í 2014. Skipið er 69,95 metrar langt og 15,2 metrar breitt.

Hugaligt við nógvum virksemi á fjørðinum.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo