UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-01-2022

Vælveruvenjingar 65+ byrja nú aftur

Tvøroyrar kommuna bjóðar aftur í ár væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ ár, sum vera sum vant í skúlahøllini í ÍTrongisvági. Fyrsta venjingin verður í morgin, týsdagin 11. januar, og vant verður 2 ferðir um vikuna: Týsdag og tórsdag frá kl 16.00-17.00. Birita Thomsen (ergoterapeutur) kemur at standa fyri venjingunum í samráð við Gudrid Nolsøe, fysioterapeuti. Vant verður eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen um venjing fyri 65+

Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan aftaná er kærkomin at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo