UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-02-2022

HDMS Vædderen bjóðar til tunnusláttur

Ein siðvenja, ið børnini í býnum altíð gleða seg til, er at sleppa umborð á verjuskipið at sláa tunnu. Tíverri forðaði koronafarsóttin teimum í at sleppa at sláa tunnu í fjør, men í ár verður so skjótt 70 ára gamla siðvenjan tikin uppaftur.

Sunnudagin 27. februar, frá kl. 13:30, eru øll vælkomin umborð á HDMS Vædderen. Kl. 14:00 verður farið at sláa tunnu og til ber eisini at sleppa eina rundferð í skipinum og síggja hvussu manningin búleikast. Aftaná tunnuslátturin bjóðar manningin heitt kakao, saft og bollar og vinnararnir verða heiðraðir. Tiltakið endar kl. 16:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tvøroyrar kommuna ynskir øllum ein góðan dag umborð á Vædderen og takkar donsku sjóverjuni fyri at halda siðvenjuna við líka, ið børn okkara eru so sera glað fyri.

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo