UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-03-2022

Fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

Ónsdagin 6. apríl, frá kl. 16:30 – 18:00, skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Tvøroyrar kommunu, fyri fyrilestri um rúsevnismisnýtslu millum ung.
Tiltakið, ið er ókeypis, verður á Seglloftinum, á Havnarlagnum á Tvøroyri.
Fyrilesturin tekur upp evni so sum:
- Hvat er rúsevnismisnýtsla?
- Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
- Hvussu kunu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
- Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
- Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismísnýtslu?
Tiltakið er alment og er viðkomandi fyri foreldur, starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum.
Fyrilestrahaldari er Erling Fles, løggilgur sálarfrøðingur.
Høvi er at seta spurningar og kaffi/the, og okkurt afturvið, verður at fáa.
“Frælsi” er ókeypis tilboð til ung við rústrupulleikum. Frælsi hevur síðu á Facebook og til ber at lesa meira um tilboðið her
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo