UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-03-2022

Klárar tú 200? Svim teg til eina svimjinál!

Í desember í fjør fór átakið “Klárar tú 200?” av bakkastokki. Svimijisamband Føroya hevur sett átakið í verk og snýr tað seg í stuttum um, at tú skalt megna at svimja 200 metrar uttan nevnivert íhald. Endamálið er at fáa fólk at verða meira virkin og sjálvandi eisini at varpa ljós á svimjingina sum ítróttargrein.
Estrid Kristensen, ið er ein av lívbjargarunum hjá almennu svimjingini á Tvøroyri, gjørdust varug við átakið og setti seg í samband við Svimjisambandið. Tað er nevniliga soleiðis, at tey, ið “klára 200” fáa eina svimjinál fyri ómakin.
Estrid sigur, at hon fekk einar 150 nálir suður og í løtuni eru uml. 90 longu farnar út. Hon metir tó, at gerst áhugin ovurhonds stórur, so ber ivaleyst til at fáa fatur á fleiri. Yngsti luttakarin higartil er føddur í 2014, meðan tann elsti er føddur í 1946, s0 øll kunnu verða við.
Øll, ið hava hug til at royna seg á 200 metrum, eru hjartaliga vælkomin í Svimjihøllina á Tvøroyri. Tíðirnar hjá almennu svimjingini síggjast her Svimjihøllin http://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=17
Mannagongdir o.a.t viðvíkjandi “Klárar tú 200”, síggjast á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum her Mannagongd ísv átakið “Klárar tú 200?” | Svimjisamband Føroya https://tinyurl.com/2p9exejp
Á myndini síggja vit røsku, 9 ára gomlu, Sirið Helenu Agnarsdóttir svimja seg til eina nál.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo