Talan er um tíðaravmarkað avloysarastarv frá 1. oktober 2022 til 30. juni 2023.
Arbeiðsuppgávur:
reingerð av svimjihøllini og tilhoyrandi skiftirúmum
at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
Aðrar uppgávur kunna vera:
reingerð av øðrum stovnum og bygningum hjá Tvøroyrar kommunu
at taka lut í kunning og ráðgeving um reingerð av svimjihallarøkjum
Førleikar:
hevur góð samstarvsevnir
er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
hevur góða heilsustøðu
Setanar- og lønarviðurskifti:
lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelagelagið
arbeiðstímatal í vikuni er: 12,5 yvirtíð 3, leygardag 2,5t, sunnudag 2,5t.
tilvísing til umsjónarmannin í Tvøroyrar skúla
Umsókn:
Umsóknin og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. september 2022 kl. 12:00.
Áhugaði eru vælkomin at tosa við umsjónarmannin ella umsitingina hjá Tvøroyrar kommuna fyri at hoyra nærri um starvið. -tlf. 611085.
Svimjihylurin:
Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir: (Broytingar kunna tó henda)
Týsdag | 16:00 - 19:00. (3.t) |
Tórsdag | 16:00 - 19:00. (3.t) |
Fríggjadag | 17:00 - 20:00. (3.t) |
Leygardag | 13:00 - 17:00. (4.t) |
Sunnudag | 08:30 - 10:30. (2.t) |