UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-11-2022

ASFALTERING VIÐ SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS

(Kunning frá Suðuroyar Sjúkrahúsi) 

 
DAGFØRING 18/11 12:00
Asfalteringin við Suðuroyar Sjúkrahús er ikki liðug og tí verður avsperringin á viðfestu myndini, fasthildin nakrar dagar afturat. Væntandi koma vit inn í endan á komandi viku, áðrenn liðugt er.
Kunnað verður, tá arbeiðið er liðugt.
 
 
Í morgin, ónsdagin 9. november kl. 12:00, verður farið undir at asfaltera omanfyri Suðuroyar Sjúkrahús.

Arbeiðið verður mett at taka uml. 10 yrkadagar og verður økið stongt fyri bilum og øðrum akførum, hetta tíðarbil(sí uppmerkta økið á myndini).

Atgongd til sjúkrahúsið, Læknamiðstøðina og Ellisheimið fæst við at nýta gongubreytina á sunnaru síðu, inn til høvuðsinngongdina. Atgongd til Læknamiðstøðina fæst eisini á gongubreytini á norðaru síðu á vegnum. Verður farið eftir sunnaru gongubreyt, má atlit takast til, um asfalterað verður tá farast skal tvørtur um vegin, til Læknamiðstøðina(sí puntutu reyðu strikurnar).

Meðan arbeiðið fyrigongur, koma sjúkrabilarnir at standa í økinum við kapellið og heita vit á fólk um at vísa ansni við hvar bilarnir verða settir, soleiðis at sjúkrabilarnir ikki verða tarnaðir.

Lýst verður aftur, tá arbeiðið er liðugt.

Suðuroyar Sjúkrahús

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo