UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-11-2022

Gomul jól á Tvøroyri

Jólini 2022 verða nakað heilt serligt á Tvøroyri. Í núverandi løtu er ein sera spennandi verkætlan farin í gongd, sum snýr seg um at fáa nýtt lív í gomlu Thomsen bygningarnir og gamla Doktarahúsið, við at seta eina siðsøguliga framsýning upp av jólunum í tíðarskeiðinum 1940-1970, har dentur verður lagdur á jólaljósið. Tvøroyrar kommuna hevur sett verkætlanarfólk í tíðaravmarkað starv, til hesa verkætlan.

Arbeitt verður við at innrætta faktorhúsið sum eina siðsøguliga lýsing av einum heimi í tíðarskeiðinum uml. 1950, og har tankin er at hava ymisk almenn jólatiltøk í jólamánaðinum.

Ein livandi jólaframsýning verður sett upp í gamla Doktarahúsinum, krambúðin verður aftur innrættað sum ein gomul krambúð, har høvi verður at keypa ymiskt, og Pakkhús 5 verður karmur um ein hugnaligan jólamarkna og annað spennandi. Ætlanin er at tað verður opið hvørt vikuskifti fram til jóla, og at hetta skal vera eitt hugnaligt tilboð til tvørafólk og vitjandi, har dentur verður lagdur á tað hátíðarliga, heldur enn tað materiella. Eisini er ætlanin at kirkjan verður partur av hesum átakinum, fyri at leggja enn størri dent á at fáa ein hátíðarligan jóladám á býin.

Fyri at koma á mál við hesi verkætlan, hava vit tørv á ymiskum lutum, ið vit vóna at fólk hava hug at lata ella lána okkum. Talan er um hesar lutir:

Undirdýnur, óseymaðar fjaðradýnir, gomul jólakort, gamalt jólaprýði frá áðrenn 1960, gamlar stovugardinur (ger onki um tær hava hol) úr øllum tilfari, og eisini gomul góvteppir og gamlir trævognar (rossavognar).

Um tit liggja inni við sovorðnum, og vilja lána ella lata okkum hetta, kunnu tit ringja til Sólfríð Bech, kunningarleiðara, á tlf. 284480.

 

(Myndin er tilvildarlig)

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo