UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-02-2023

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini

 

 
Tvøroyrar Býráð hevur 20. februar 2023 samtykt fylgjandi broytingar í byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu:

  • Matr. nr. 68 í Ørðavík, luturin sunnan fyri gamla landsvegin í Tjaldavík, 4350 m2, verður broytt frá fríøki “H” til  øki L: Øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding.

  • Havnarøki “D” á Tvøroyri verður víðkað 100 m eystureftir, har uml. 8422 m2 er uppfylt sjóøki, 1919 m2 verður broytt frá  neystaøki “G”, og uml. 233 m2 verður broytt frá miðstaðarøki “A”.

  • Ásetingarnar í byggisamtyktini verða broyttar soleiðis, at §29 Øki D: Havnarøki, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir, herundir siloir og skorsteinar, vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.” (Broytingin er skákskrivað)

Tilhoyrandi skjøl og korttilfar kann síggjast her (PDF):  

Almenna framløgan er frá 23. februar til 17. mars 2023 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri. Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mugu verða send kommunustýrinum áðrenn 10. apríl 2023.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo