Nú liggjandi kavi hevur verið í fleiri dagar og kuldastigini eru støðug, eru áirnar kring um í kommununi frystar meginpartin av samdøgrinum.
Hetta merkir sjálvandi, at vatnnøgdirnar, ið renna í uppsamlingsbrunnarnar, eru ikki nøktandi. Longu nú eru fleiri støð í kommununi, ið einki vatn hava.
Vit harmast um hetta, men fáa í skrivandi stund ikki gjørt so nógv við tað. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava. Arbeitt verður tó við hesum og at bøta um støðuna.
VATNIÐ TIKIÐ Í KVØLD OG Í NÁTT
Fyri at kunna savna eitt sindur saman av vatni í kvøld og nátt, so verður stongt fyri vatninum í allari kommununi, frá kl 22:00 í kvøld og til kl 06:00 í morgin árini.
Kuldin sær út til spakuliga at víkja tá tað nærkast vikuskiftinum, og vónandi førir tað við sær, at vatnveititingin aftur koyrir optimalt.
Tekniska deild