09-12-2024
Endurlýsing
Tvøroyrar kommuna søkir eftir einum lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. januar 2025, ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
- at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
- at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
- at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
- at rudda høll, brúsudeild, v.m.
Aðrar uppgávur kunna vera:
- at samstarva um nýggj hugskot, brúkarum til frama
- at taka lut í svimjihallarteknikki.
- at taka lut í ymiskum røktararbeiði av svimjuhylinum
- at avgreiða atgongugjøld
Førleikar:
Hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga. (Lívbjargskeiðið kann takast í starvstíðini)
- hevur góð samstarvsevnir
- er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
- hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
- hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)
Lívbjargskeiðið kann takast eftirfylgjandi og verður fyriskipa og goldið av kommununi. Fyrstu vikunar verður tú at starvast saman við einum av verandi lívbjargarum
Setanar- og lønarviðurskifti:
Arbeitt verður í einari skiftisskipan. -sum partur av toymi, 3 lívbjargarar og 1 vaskifólk, har lívbjargarar arbeiða í eina viku og hava frí í 2 viku. -Arbeitt er niðursetta tíð svarandi til 0,15.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 2, svarandi til eina løn á beint yvir kr./mðr. 4.000,- umframt eftirløn, fyri arbeiði í eina viku og frí í 2 vikur, samsv. tíðinar svimjuhylurin hevur opið.
Tilvísing er til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu
Áhugaði eru vælkomin at ringja til umsitingina hjá Tvøroyrar kommuna fyri at hoyra nærri um starvið. -tlf. 611085. -ella tosa við ein av virkandi lívbjargarum.
Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. desember 2024 kl. 12:00. (Tvøroyrar kommuna útvegar barnaváttan áðrenn setanin kann fremjast endaliga(
Um svimjuhylin:
Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir: (Broytingar kunna tó henda)
- Týsdag 16:00 - 19:00. (3.t)
- Tórsdag 16:00 - 19:00. (3.t)
- Fríggjadag 17:00 - 20:00. (3.t)
- Leygardag 13:00 - 17:00. (4.t)
- Sunnudag 08:30 - 10:30. (2.t)
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág og Øravík, og tað búgva umleið 1775 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu www.tvk.fo
Tvøroyrar Kommuna
9. desember 2024