TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-05-2023

Mýs og rottur

Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum.
 
 
Hevur tú trupulleikar av ella hevur sæð rottu, set teg í samband við Býráðsskrivstovuna á tlf. 611085 ella teldupost: rotta@tvoroyri.fo

Rottutýningin er ókeypis.
 
Fyribyrging:
Best er at fyribyrgja so mýs og rottur ikki sleppa inn í hús og bygningar. Men sjálvt hús og bygningar
úr góðum tilfari kunnu hava brek sum eru trupul staðfesta.
Tað er av stórum týdningi at:

• Vindeygu ikki standað opin.
• Rútar eru heilir.
• Luftslúsir eru útgjørdar við fíntmeskaðum neti úr galvaniseraðum ella rustføsutm stáltráði.
• Allar rørgjøgnumføringar eru tættar.
• Hurðar fella væl at.
• Frárensl og kloakkir eru í lagi.
• Ongi op eru sum rottur og mýs sleppa inn ígjøgnum.
• Burturkast er í afturlatnum íløtum.

Týning innandura:
• Eru mýs ella rottur komnar í bygningin skulu hesi týnast sum skjótast .
• Týning innandura verður gjørd við fellum og ikki við eitri. Verður eitur nýtt innandura verður
úrslitið, at deyðar rottur ella mýs liggja og sløðast í støðum sum ikki eru atkomilig og ramur roykur
stendst av teimum. Somuleiðis verða tey klekistøð fyri skorðdýr av ymiskum slag.
• Rottu og músafellur verða lagdar fram við veggjum har sum rottur og mýs helst koma.

Týning uttandura:
• Uttandura skal eitur leggjast fram við húsaveggjum, í úthús og líknandi .
• Eitri skal avskermast móti veðri og vindi, fugli v.m.
• Eitri skal ikki leggjast beinleiðis á undirlendi men inn í ein kassa, eitt rør ella líknand i.
 
Mýs:
Í Føroyum finnst bert eitt músaslag nevnd heimamús ella mús (M us musculus )
Høvd + kroppur eru um 8 - 10 cm til longdar, meðan halin er eitt sindur stytri.
Mýs klatra framúrskarandi, og ungar mýs kunnu fara ígjøgnum rivurs um bert eru um 7 mm til víddar.
Mýs krevja lítið av vætu og kunnu liva í korn- og fóðurgoymslum, í pakkhúsum og líknandi. Mýs eru
so at siga altetandi.
Mýs kunnu hava reiður í bjálvingartilfari millum skinns og hold, á loftum undir gólvi v.m. Mýs kunnu
eta so ymiskt sum sápu, stearinljós, kitt og líknandi. Sjálvt um mýs bert eta um 3 g av fastari føði
dagliga, so kunnu tær gera umfatandi skaða á træverk og bjálvingartilfar v.m. Eisini kunnu tær gnaga
hol á el-innleggingar so skamlop og eldsbruni kann standast av hesum. Dálking av matvørum við
skarnleivdum kann eisini viðføra smittuvanda .
 
Rottur:
Vanliga rottan í Føroyum er brúna rottan (Rattus norvegicus).
Rottan eru nærum altetandi, men dámar best kornúrdráttir. Dagliga etur rottan eina nøgd sum er
umleið 1/10 av egnari vekt. Rottan skal hava atgongd til drekkivatn fyri at kunna liva. Rottur klúgva og
svimja væl, men týdningarmesta amboðið er framtennirnar, sum kunnu gnagað í alt sum er bleytari enn
jarn. Rottur kunnu oyðileggja stór virði við at eta ella dálkað matvørur og fóður, og kunnu gera stóran
skaða á bygningar og installatiónir. Stórsta vandamálið er tó, at tær kunnu spjaða smittu við at dálkað
matvørur við skarnleivdum.
 
Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan
 
Les eisini:
Faldari frá Tórshavnar Kommunu
 
 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo