TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-05-2014

Septikktangar

Vísandi til § 20 stk 2 í kunngerð um umhvørvisreglur frá 3. mai 1994 er ikki loyvt at taka í nýtslu rottangar, sum ikki lúka vanlig standardmát fyri rottangar, jvb nærri tilvísing frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
 
Niðanfyri eru settar nakrar góðkenningartreytir sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur fyri uppseting
og nýtslu av septiktangum:
 
• tangarúmdin skal vera minst 2000 ltr
• tangin skal vera býttur í 2 ella fleiri rúm
• T-rør skal vera við tilrenning og frárenning
• 5 cm hæddartap skal vera ímillum tilrenning og frárenning
• tangin skal hava útlufting
• tangin skal vera tættur og úr haldgóðum tilfari
• tangin skal hava tætt lok ájavnt lendi
• tangin skal tømast minst eina ferð árliga
 
Verður septiktangi bygdur á staðnum har hann skal nýtast, skal hann vera í samsvar við Dansk Standard
440 og góðkennast serskilt av kommunala myndugleikanum.
 
Í uppseting av septiktangum er týdningarmikið, at støddin er lagað eftir støddini á húsarhaldinum.
Minimumstøddin uppá 2000 ltr er galdandi fyri hús/íbúðir við max. 5 íbúgvum. Ganga hús/íbúðir saman
um ein septiktanga, skal roknast við 5 fólkum pr. hús/íbúð og tangastøddin ásetast eftir hesum.
 
Uppsetan av størri reinsiverkum skal hava góðkenning sambært kapitul 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
 
Alt frárenslvatn frá húsarhaldinum kann leiðast í septiktangan og alt frárenslvatn frá septiktanganum skal
beinast í kommunala spillvatnsleiðing ella latast beinleiðis á sjógv eftir nærri loyvi frá kommunustýrinum.
 
Í ivamálum verður víst til Dansk Standard 440.
 
Yvirlit yvir vegleiðandi tilfar:
• Dansk Standard 440
• BYG-ERFA 88 12 19 (SfB (50))
• Spildvandsforskning fra Miljøstyrelsen Nr. 16 1990: Septiktanke
• Kloaktuelt nr. 53 - juni 1993
 
Kelda: Umhvørvisstovan
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo