TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-06-2014

Broyting í byggisamtyktini til framløgu

 
Tvøroyrar Býráð hevur tann 11. juni 2014 samtykt broytingaruppskot til byggisamtyktina.

Økið “D: Havnaøki” broytir navn til “D1: Havnaøki.”
Eitt nýtt slag av havnaøki verður upprættað í ásetingunum, við navninum “D2: Havnaøki”.

Á plankortinum er talan um at víðka havnaøkið (D1 og D2) á Tvøroyri eystureftir til kirkjugarðin, og at víðka vinnuøkið C eystureftir frá grótbrotinum á matr. nr. 25a og 18c í Froðba.

Almenna framløgan er frá 18. juni til 10. juli 2014 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og kærufreistin er 1. august 2014.

 
Heinta pdf-fílur:
 
Broyting í ásetingunum (PDF, 479 KB)
Plankort (PDF, 952 KB)
 
Kunngerð og framløga byggisamtykta - §6 frá lógini  (PDF, 178 KB)
 
Legg tilmerkis, at kort-fílan hevur 2 síður: galdandi plankort og uppskot til broyting. 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo