TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-05-2017

Plantingardagur við Stórá fríggjadagin 26. mai

Nú er aftur eitt høvi til at hjálpa við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá.
 
Tørvur er á sjálvbodnum, ið hava hug til at hjálpa til, bæði stytri og longri tíð og aldur hevur einki at siga – øll eru hjartaliga vælkomin.
 
Viðrar, verða tey, ið vilja hjálpa, biðin um at møta fríggjadagin 26. mai kl. 9:30 í Ítróttardeplinum við Stórá, har ein kaffimunnur er at fáa. Til ber tó eisini at møta seinni. Takið endiliga børnini við.
 
Á døgurðamáli bjóðar kommunan okkurt lætt til matna og vónin er, at vit fáa ein góðan dag saman, samstundis sum vit fáa nakað væl av skafti býnum til prýði og gleði.
 
Broytist veðurforsøgnin munandi til tað verra, kann broyting koma í og lýst verður so við tí á Facebook og á heimasíðuni hjá kommununi.
 
Samskipari er: Lasse Jensen, tlf. 611081.



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo