TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
31-07-2017

Nýtt samvirkið plankort til byggisamtyktina


Tekniska deild hevur framleitt eitt nýtt samvirkið plankort til byggisamtyktina hjá Tvøroyrar Kommunu. Tað ger tað munandi einfaldari at kunna seg um hvørjar ásetingar, ið eru galdandi fyri eitt ávíst øki.


Kortið tillagar seg til teldur, teldlar og fartelefonir, og tað ber sostatt til at taka tað fram, óansæð um brúkarin situr heima, ella er staddur uttandura.

Í kortinum kann leitast eftir matrikulnumrum, ella har kann panorerast og sumast til øki, ið hava áhuga. Við at klikkja á eitt øki, sæst hvussu tað eitur í byggisamtyktini, og har er ein slóð beinleiðis til ásetingarnar fyri økið.

Tað ber til at prenta sær kort út, t.d. í pdf-sniði og við at velja "avanceret", kann ásetast eitt ávíst støddarlutfall, soleiðis at kortið kann prentast í máti.

Plankortið er at finna á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu undir "Kort", ella undir "Bústaður og Bygging", "Byggisamtykt". Eisini ber til at leita tað fram á heimasíðuni, við at skriva "plankort" í leititeiginum ovast høgrumegin.


 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo