Nú jørðarbeiðið við nýggja barnagarðin í Trongisvági er liðugt, verður farið undir at gera vegin niðan á Ranan kláran til tungu ferðsluna í samband við uppsetan av nýggju vatnbrunnunum. Arbeiðið byrjar so skjótt maskinurnar eru komnar uppá pláss. Byrjað verður við at grava upp part av eystara vegnum niðan í Syðrutoftir, breiðka hann og leggja nýggja steinseting niðurí. Meðan arbeiðið fer fram, verður hesin parturin av vegnum stongdur. Eisini verður vegurin niðan á Ranan breiðkaður í støðum, áðrenn grivið verður út fyri fundamenti til brunnarnar.