TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-04-2019

Nýggja spæliplássið á Tvøroyri væl mottíkið

 

Nýggja stásiliga spæliplássið á Tvøroyri er væl og virðiliga tikið í brúk.
 
Leygardagin 6. apríl streymaðu spent børn og teirra foreldur til økið omanfyri Bank Nordik. Borgarstorin bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð, áðrenn snórurin varð kliptur.

Tiltakið varð væl vitjað, og tey 200 pizza-stykkini til børnini fingu skjótt bein at ganga á.

Økið omanfyri Bank Nordik hevur ligið óbygt og ónytt í meiri enn 30 ár, helst orsakað av, at tað umframt kommununa hevur fleiri eigarar. Tvøroyrar kommuna hevur nú gjørt avtalu við hinar eigararnar, ið eru Suðuroyar Sjúkrahús og Bank Nordik, um nýtlsu av økinum.

Tilgongdin til at fáa eitt spælipláss í miðbýnum hevur verið drúgv, og tað var longu í 2008 at fyrsta tekningaruppskotið um gerð av spæliplássi á økinum, varð gjørt. Aðrar staðsetingar vóru eisini umrøddar, men 12. Juni 2017 samtykti Tvøroyar Býráð einmælt, at spælipláss skuldi gerast á lendinum omanfyri økið hjá BankNordik/Posta.

Felagið Hjálpirót hevur sett spæliplássið upp, og úrslitið tykist sera gott. Spæliplássið er gjørt av haldgóðum tilfari, og alt er sertifiserað sambært galdandi normum, bæði við atliti til trygd og umhvørvisvinarligt tilfar.

Børnini tóku í hvussu so er væl í móti, og tað var hugaligt at síggja glaðu børnini spæla saman á nýggja spæliplássinum á Tvøroyri.

 
Sí myndir her: Nýtt spælipláss á Tvøroyri 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo