TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-09-2022

Nú skulu oljutangar skrásetast

 

Tvøroyrar kommuna hevur sett Dan Thomsen í verkætlanarstarv við tí endamáli, at skráseta allar oljutangar í kommununi.
 
Kommunan vil biðja borgaran um hjálp til skrásetingina, og senda upplýsingarnar til: oljutangi@tvoroyri.fo 
 
Eigarar av oljutangum skulu lata kommununi hesar upplýsingar um oljutangan, í tann mun teir eru tøkir:
 
1)      Byggialdur á húsinum (minst til adressu ella matr. nr.)
 
2)      Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning. 
         ·         Er hann inni ella úti?
         ·         Er hann yvir jørð ella niðurgrivin?
 
3)      Aldur á tanga
 
4)      Hvat tilfar er tangin? (t.d. stál ella plast?)
 
5)      Tangasnið (t.d. sylindriskt)
 
6)      Tangarúmd (t.d. 1500 litrar)
 
7)      Navn og bústað hjá framleiðara av oljutanganum
 
8)      Framleiðslunummar og -ár hjá oljutanganum
 
9)      Sniðgóðkenningarnummar hjá oljutanganum
 
10)    Um oljutangin hevur ovurfyllingarávaring
 
11)    Um rørskipanin er einstreingjað (1 rør millum tanga og oljufýring)
 
12)    Eitt kort ella ein mynd har tað verður víst, hvar oljutangin er.
 


Flestu tangar, av nýggjari dato (frá 2010 og seinni), hava eina tangaváttan, ið er komin saman við nýggja tanganum og har eru punkt 3-9 aloftast lýst. Annars ber til at spyrja veitaran um eina tangaváttan.

Borgararnir kunnu lætta um arbeiðið hjá Dan, við sjálvbodnir at senda teir upplýsingar inn, ið teir eru vitandi um.

Eru spurningar ber til at senda Dan teldupost á dan@tvoroyri.fo .

Komandi tíðina verður Dan at síggja í býarmyndini og vónandi taka fólk væl ímóti Dan, nú hann er farin undir týdningarmikla skrásetingararbeiðið.

 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo