TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
14-08-2014

Fyrsta bingjuskipið á nýggja havnarlagnum

Í dag kom bingjuskipið Ruby, ið er leigað av Faroe Ship, inn á Tvøroyri. Teir koma eftir fiski frá Varðanum Pelagic og Delta Seafood og hava annars m.a. tangar við avlúsingarevni við sær. Avlúsingarevni verður brúkt í alivinnuni. Hetta er fyrstu ferð at eitt bingjuskip roynir nýggja havnarlagið, og gongst sum ætlað verður tað ein partur av avskipingini framyvir. Bingjuøkið manglar enn installatiónir til streym og verður hetta gjørt so skjótt sum gjørligt. Ruby fer avstað aftur í kvøld.


Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo