TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
12-04-2016

Vatnveitingin í Froðba

Herdu krøvini til vatngóðsku og tilfar í vatnetinum ger nú,  at partar av leiðingunum mugu skiftast út.
 
So hvørt sum betraða viðlíkahaldið seinastu árini hevur fingið vatntrýstið upp, so eru nógvar av gomlu leiðingunum vornar so moyrar, at tær eru ónýtiligir. Eisini verður netið foreinklað, soleiðis at dupultfunktiónir og javnfjarðar leiðingar verða tiknar burtur. Hetta er drúgt arbeiði,  og byrjað verður sjálvandi har lekar og vatnspill eru størst. 
 
Vatnveitingin hjá Tvøroyrar Kommunu hevur tí valt at byrja undir Skorðum í Froðba. Tað verður sjálvandi lagt til rættis soleiðis, at húsarhaldini verða órógvað sum minst, men í løtum verður minkað trýst og vatnið burturi.
 
Sum heild kann sigast, at gingið verður út frá høvuðsleiðingini, ið liggur í Froðbiarvegnum og á Høvdanum. Nýggj høvuðsleiðing verður løgd oman í Víkagerð,  og nýggjar býtisleiðingar verða lagdar,  har tað er neyðugt.
 
Tað er ringt at siga hvussu leingi arbeiðið fer at halda áfram. Ringt er at leggja tíðarætlan fyri viðlíkahaldsarbeiði, men ætlanin er at hesin parturin skal vera liðugur í ár.
 
Grivið verður soleiðis,  at fleiri samanbindingar kunnu gerast í senn, og er tað sjálvandi fyri at sleppa undan at taka vatnið í heilum.
Fyri økið merkir tað eina tryggari vatnveiting í einari afturlatnari skipan, og er tað væl eisini tað,  vit eiga at stremba fram ímóti.  
 
 
Við hesi kunning vóna vit at borgarar  undir Skorðum fara at taka hetta sum eina roynd hjá Tvøroyrar Kommunu at betra um teirra vatnveiting,  og, sum vit longu hava upplivað, fara at samstarva við starvsfólkunum at røkka hesum endamálið.
 
Ein partur av hesum arbeiðið verður gjørdur í viku 15  
 
Heimasíðan og facebooksíðan hjá Tvøroyrar Kommunu fara at upplýsa um tiltakið.
Eru ivamál ber til at ringja 611085 og 222509. 



Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo