TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - VEGLEIÐINGAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
19-11-2014

Reglugerð fyri bátahyljar hjá Tvøroyrar Havn


§1 Hesar mannagongdir eru galdandi frá 1/1-2015.

§2 Umsókn um teym skal latast inn skrivligt á umsóknarblað tilskilað av Tvøroyrar Havn.

§3 Tá søkt verður um teym, skal fyrilit takast um umsøkjarin er borgari í Tvøroyrar kommunu.

Stk.2 Umsøkjari búsitandi í Tvøroyrar kommunu hevur altíð framíhjárætt í mun til umsøkjara ikki búsitandi í kommununi.

§4 Er bíðilisti, verður gingið eftir “først til mølle” prinsippinum. Her skal tó fyrilit takast fyri hvat tað er fyri ein teymur og hvat bát talan er um, so sum longd, breidd, tyngd, stungu osv.

§5 Fær umsøkjari bjóðað teym, verður tað gjørt skrivliga t.e. við brævi/telduposti.

Stk.2 Umsøkjari hevur 2 vikurs freist at takað avgerð í. Hettar skal gerast skrivliga og verða Tvøroyrar Havn í hendi innan 2 vikur frá móttøku av tilboðnum.

Stk.3 Hevur Tvøroyrar Havn ikki fingið skrivligt svar innan 2 vikur frá móttøku av tilboðnum verður hettar tulkað sum noktandi svar uppá tilboðið um teym.

Stk.4 Tekur umsøkjari ikki av tilboðnum, verður teymurin bjóðaður næsta egnaða umsøkjara á listanum.

§6 Tekur umsøkjari av tilboðnum um teym, verður avtala gjørd við Tvøroyrar Havn um nær plássið skal yvirtakast og leigusáttmáli og reglugerð verða undirskrivað.

§7 Allar reglur í reglugerðini skulu yvirhaldast.

§8 Tann til eina og hvørja tíð av býráðnum ásetta ársleigan, skal verða goldin frammanundan. Leigan verður fakturerað av kommununi og send skrásettum leigara beinleiðis.

Stk.2 Um leigan ikki verður goldin rættstundis, ella leigarin ikki heldur tær fyri havnina ásettu reglur, skal kommunan kunna krevja leigumálið avtikið beinanvegin.

Stk.3 Líkamikið nær í árinum leigumálið tekur við ella heldur uppat, verður upphæddin altíð ½ ársgjald.

§9 Selur leigari bát sín til annan borgara í kommununi, so er møguleiki fyri at keypari kann yvirtakað teymin hjá seljara, tó ikki uttan góðkenning frá Tvøroyrar Havn.

Stk.2 Selur leigari bát sín til borgara ikki búsitandi í kommununi og ynskir keypari at yvirtakað teymin, so má keypari fyrst søkja um teym. Er bíðilisti eftir teymi, so hava borgarar búsitandi í kommununi framíhjárætt, sí §3 í hesi mannagongd.

Stk.3 Selur leigari bát sín, kann viðkomandi, við loyvi frá Tvøroyrar Havn, varðveita teymin í eitt ár við møguleika at longja 1/2 ár afturat.

§10 Umsøkjari ikki búsitandi í kommununi fær bjóða teym, um teymur er tøkur og eingin bíðilisti er.

Stk.2 Søkir borgari í kommununi um teym, tilskilar Tvøroyrar Havn sær rættin at uppsiga sáttmálan, uttan ávaring, við leigara, ið ikki er búsitandi í kommununi, við 6 mánaðar freist.

§11 Bátar og aðrir tilhoyrandi ognarlutir hjá leigara, sum liggja í bátahylinum, eru fyri eigarans egnu ábyrgd.

§12 Ansast má væl eftir ikki at skaða brúgvar, bummar og aðra útgerð í bátahylinum. Møguligir skaðar, ið verða gjørdir, má viðkomandi sjálvur endurgjalda.

§13 Tað er ikki loyvt at kasta órudd í havnina, heldur ikki fiskaavfall vm. Átalurætt hevur havnaumsjónin.

§14 Tað er ikki loyvt at leggja nakað eftir sær á brúgvunum ella á økinum sum heild. Heldur ikki má nakað verða hongt uppí ella liggja á bummunum.

Stk.2 Áherðsla eigur at verða løgd á, at bátar verða hildnir lens, so teir ikki koma at hanga í bummum og grannabátum.

§15 Sigling inni í havnini skal fara fram við størsta varsemi og altíð við lítlari ferð max. 2-3 míl.

§16 Leigarin  hevur annars skyldu at fylgja øllum møguligum boðum frá havnamyndugleikunum viðurskiftunum í havnini viðvíkjandi.

 
 
Umsóknarblað at taka niður:
Umsóknarblað (PDF, 34 KB) 



Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo