TVØROYRAR HAVN
Tú ert her: TVØROYRAR HAVN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
Tlf. 371055
havn@tvoroyri.fo
23-02-2015

Pearl II vitjar Tvøroyri

 
Týsdagin 2. Juni fær Tvøroyri forvitnisliga vitjan, tá ferðamannaskipið Saga Pearl II stevnir inn á Trongisvágsfjørð. Skipið er bygt á Howaldtswerke-Deutche Werft, Werft Ross í Hamburg í 1981 og varð upprunaliga nýtt til ferðir í Atlantshavinum, millum Suður Afrika og Europa. Í 2009 keypti Saga Cruises skipið og varð tað umvælt fyri leystliga 200 milliónir. Fyrsti túrur fyri Saga Cruises var 15. Mars 2010 og var tann ferðin inn í norsku firðirnar. Skipið er 164,3 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Hægsta ferðin er 21,4 knob og manningin, ið telir 220 mans, kann hægst forkela 602 ferðandi. Vanligt er tó ikki, at fleiri enn 512 ferðandi eru við skipinum.
 
Bjarni Nygaard hevur samskift við Claire MacGilp, ið er samskipari á túrinum og her endurgeva vit, umsett, tað, ið hon hevur sent:
 
“Góði Bjarni
Takk fyri teldupostin um komandi NTS Ferðina, ið verður frá 21. mei og til 4. juni 2015. Støðini vit koma at vitja, eru hesi:
 
Thursday 21 May: Fráferð frá Greenock
Fríggjadag 22 Mei: St Kilda
Sunnudag 24 Mei: Heimaey, Westman Islands,  Ísland
Mánadag 25 to Týsdag 26. Mei: Reykjavík, Ísland
Ónsdag 27 Mei: Grundarfjörður, Ísland
Fríggjadag 29 Mei: Akureyri, Ísland
Leygardag 30 Mei: Húsavík, Ísland
Sunnudag 31 Mei: Eskifjörður, Ísland
Monday 1 June: Klaksvík, Borðoy, Føroyar
Tuesday 2 June: Tvøroyri, Suðuroy, Føroyar
Thursday 4 June: Heimferð til Greenock”
 
 
Ferðaliðið vitjar Ísland í 8 dagar og skal eina ørgrynnu av útferðum í stóra grannalandi okkara, har tey millum annað fara túr við RIB-báti, vitja Bláu Lón og Mývatn. Av Eskufirði vendir Pearl so stavnin móti Føroyum og fer fyrst at vitja Borðoynna. Claire skivar soleiðis:
 
”Eins og vit eisini vitja St. Kilda á veg til Íslands, so vitja vit Føroyar á heimvegnum. Her fara vit fyrst rannsóknarferð á Borðoynni og síðan á sunnastu oynni, Suðuroy. Báðar oyggjar eru víðagitnar fyri einastandandi náttúruna og møguleikarnar fyri at fara gongutúrar.
 
Allar ferðir hjá NTS Cruises innihalda ein viðkomandi fyrilestur og eina undirhaldsætlan, ið eru vorðin nágreiniliga løgd til rættis fyri at kunna avmynda mentanina og siðvenjuna á teimum støðum, ið vit vitja. Allur ágóði verður nýttur til at stuðla The National Trust for Scotland, ið ger eitt týdningarmikið, varðveitandi arbeiði – millum annað fyri verkætlanir, ið vilja varðveita skotsku oyggjarnar og strendurnar.
 
Sum áður nevnt, so er tað ferðamannaskipið Pearl II, ið felagið Saga eigur, ið vitjar Tvøroyri. Tvøroyri varð viðmælt okkum av umboði okkara í Føroyum, sum ein áhugaverd havn at vitja. Pearl II verður á Tvøroyri uml. Kl. 01:00 á morgni og fer avstað aftur uml. Kl. 17:oo týsdagin 2. juni 2015. Vit fara at bjóða ferðafólkunum ymiskar túrar, millum annað ein gongutúr til Hvannhaga, eina ferð til sunnaru helvt av oynni, bátaferð til Dímun, gongutúr til Beinisvørð og eina vitjan í Trongisvági.
 
Tvøroyri verður seinasti staður vit vitja, áðrenn vit leggja leiðina heim aftur til Greenock, í Skotlandi, tórsdagin hin 4. juni. Á Tvøroyri vóna vit at ferðafólkini fáa ein góðan dag og at tey njóta tað, ið staðið kann bjóða.
 
Takk fyri sýnda áhugan og eg vóni at svar mítt hevur verið til hjálpar.”
 
 
Ferðaliðið hevur sostatt sett seg væl inn í tingini áðrenn tað vitjar og tað verða nøkur spent ferðafólk, ið 2. juni vitja býin og oynna. Vit gleða okkum til forkunnugu vitjanina og vóna at hetta einans er byrjanin til fleiri vitjanir uttan úr heimi.
 
Til tey, ið vilja vita meira um skipið:
http://travel.saga.co.uk/ocean-cruises/our-ships/saga-pearl-ii/cruise-calendar.aspx



Tvøroyrar havn, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - Tlf. 371055 - havn@tvoroyri.fo