TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
TVO@skulin.fo
13-05-2014

M.P. Bussar vann útbjóðingina av skúlabarnakoyringina

Fríggjadagin 11. apríl 2014 kl. 12:00 var lisitatión á býráðsskrivstovuni um skúlabarnakoyringa í Tvøroyrar Kommunu.

Trý tilboð komu inn, og øll tóku uttan fyrivarni støði í útbjóðingartilfarinum.

Býráðið samtykti á fundi hin 07.05.2014  at taka av lægsta tilboðnum, sum kom frá M.P. Bussar.

Sostatt heldur M.P. Bussar fram at røkja skúlabarnakoyringina í kommununi.




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - TVO@skulin.fo