TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
30-04-2018

Ung í arbeiði 2018

Frá 25. juni til 20. juli 2018 verður Ung í arbeiði, sum er eitt átak, har Tvøroyrar Kommuna bjóðar teimum ungu arbeiði í summarfrítíðini.

Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, sum pr. 25. juni 2018 eru eldri enn 15 ár, og hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.

Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo.

Tilmeldingarfreist er fríggjadagin 1. juni 2018. 

Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.

Umsóknarblað (PDF, 360KB)
 



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo