TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - VEGLEIÐINGAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
11-06-2015

Reglugerð fyri útleigan av ítróttarhøll, forhøll og skúlahøll

§1:                Venjing fer fram í ítróttarhøllini, tó er borðtennis loyvt í skúlahøllini. Í forhøll, skiftirúmum, gongdum v.m. er øll vwnjing og alt spæl bannað.

 

§2:                 Leigarin rindar ta leigu, sum býráðið í hvørjum føri hevur ásett.

 

§3:                 Hølini verða leigaði út við vanligum hita og fasta ljósinum. Til at seta upp eykaljós krevst loyvi frá húsavørðinum.

 

§4:                 Reingerð er íroknað leiguna. At pappír o.t. verður burturbeint, hevur leigarin ábyrgdina av. Við konsertir, fundir, stevnur o.t. er reingerð ikki íroknað leiguna.er neyðugt at verja gólvið  ið plátum ella øðrum, ber leigarin útreiðslurnar, og tekur húsavørðurin í hvørjum einstøkum føri støðu til, um lagt skal verða á gólvið ella ikki. Húsavørðurin útvegar t.d. tape til gólvið. Húsavørðurin kann til eina og hvørja tíð senda rokning fyri reingerð til leigaran, um høllin ikki er nógv væl frágingin.

 

§5:                 Leigarin í samráð við húsavørðin fær tilvegar fólk at selja atgongumerki og hava eftirlit við klædnarúmum og øllum annars. Er neyðugt við politi-, bruna-, náttar ella øðrum varðhaldi, verður leigarin í samráð við húsavørðin at fáa tílík til vega og at gjalda útreiðslurnar, ið standast av hesum.

 

§6:                 Fyri leigu av hølunum verður rokning send seinast eina viku aftaná, at leigumálið er endað, uttan so at kravt verður serligt atgongugjald. Verður rokningin ikki goldin innan 14 dagar, tekur húsavørðurin sær rætt til at siga leiguna upp.

 

§7:                 Venjing víkur fyri øðrum tiltøkum. Ásettar venjingartíðir verða at halda.

 

§8:                 Óvæntaðar hendingar, ið forða fyri samtyktari nýtslu av hølunum, frítaka Tvøroyrar kommunu fyri ábyrgd mótvegis leigaranum.

 

§9:                 Við leigu av ítróttar- og skúlahøll til venjing og onnur tiltøk skal upplýsast fyri húsavørðinum nøvnini á teimum, ið hava samábyrgd mótvegis hallunum. Verður tað hildið neyðugt, fær/fáa viðkomandi, móti kvittan, lyklar útflýggjarðir til tær hurðar, ið leigarin kemur at nýta í samband við viðkomandi tiltak.

 

§10:               Neyðugu manningina til at seta upp og beina burtur ítróttaramboð, stólar, borð o.t., útvegar viðkomandi leigari og ber útreiðslurnar av hesum. Fram verður farið eftir leiðbeining húsavørðsins.

 

§11:               Pappír og annað burturkast verður koyt í íløtini, sum sett eru fram til tað sama.

 

§12:               Taskur og yvirklæðir mugu ikki liggja og sløðast nakrastaðni í høllini.

§13:               Tað má ikki stígast á gólvið í venjingarhøllini í skóm við svørtum syntetiskum gummisálla. Somuleiðis er bannað at nýta fótbúna við ribbum, knøttum, píkum, spískum hæli og tílíkum.

 

§14:               Royking er bannað á øllum økjum.

 

§15:               Rúsandi drykkir so sum bjór, vín spiritus mugu ikki nýtast, ei heldur finnast í hallunum, undantikið tá talan er um privatar veitslur. Í samband við veitslur, dans, konsertir o.l. tiltøk kann húsavørðurin tó loyva sølu av bjór, og skal hetta vera í samráð við kantinuna.

 

§16:               fyri pengum, klæðum og virðislutum annars átekur høllin sær onga ábyrgd.

 

§17:               Leigarin saman við húsavørðinum hevur ábyrgdina av, at ítróttarfólk og leiðarar halda tær ásettu reglurnar.

 

§18:               loyvi skal fáast frá húsavørðinum til lýsingar í hallunum.

 

§19:               Allir leigarir, tað veri seg feløg við limum ella teirra áskoðarir, skulu til eina og hvørja tíð rætta seg eftir ávísingum húsavørðsins ella møguligum hjáparum hansara. Verða ávísingar hansara ikki fylgdar, hevur húsavørðurin rætt til uttan ávaring at nokta einstaklingum eins væl og feløgum atgongd til høllina.

 

§20:               Leigarin er endurgjaldsskyldugur fyri tað, ið av hansara ávum misferst í ella uttan um høllina eins og fyri skaða, ið hendir í leigutíðini.

 

§21:               Borð og stólar, ið hoyra til hallirnar, skulu ikki lænast ella leigast út úr húsinum.

 

§22:               Hesar reglur eru galdandi, til tær verða broyttar av Tvøroyrar býráði.

 

 

 

Tvøroyrar býráð

 hin 10.06.2015




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo