ELDRASAMBÝLIÐ
Tú ert her: ELDRASAMBÝLIÐ << - GREINAR
800 Tvøroyri
Tlf. 371758
Heimar5@heimarokt.fo
06-03-2020

KUNNING UM CORONA VIRUS

Tvøroyrar kommuna fylgir neyvt við tilmælum og leiðbeiningum frá Landslæknanum og Heilsumálaráðnum, fyri at kunna borgarar um støðuna, og seta í verk fyribyrgjandi átøk fyri at tálma at sjúkan spreiðir seg.

Mælt verður annars borgarum til at ráðføra seg nærri á heimasíðuni hjá Landslæknanum, og Heilsumálaráðnum

Á heimasíðuni hjá Landslæknanum er eisini kunning um beinleiðis telefonlinju til Sunhedsstyrelsen, ið kann nýtast av bæði heilsufakfólki og vanligum borgarum.   

  • Telefonin svarar dagliga millum 7:30 og 14:30 føroyska tíð.
  • Telefonnummarið er +45 72 22 74 59.

Fólk sum skulu út at ferðast, vera biðin um at kunna seg um støðuna í landinum her ferðast verður til áðrenn fráferð á heimasíðuni hjá Udenriksministeriet. Mælt verður til at skráseta seg á "Danskerlisten" har ein móttekur beinleiðis kunning á telduposti um støðuna í londunum kring okkum.

Heimasíður við meira kunning um corona:

 
Kunning frá Landslæknanum 

 

 
 
 
 
 
 



Eldrasambýlið, 800 Tvøroyri - Tlf. 371758 - Heimar5@heimarokt.fo