ÍTRÓTTARHØLLIN
Tú ert her: ÍTRÓTTARHØLLIN << - GREINAR
Smærugøta 9
826 Trongisvágur
07-02-2014

Vælveruvenjingir fyri 65+ byrjar aftur

Vælverðvenjingin fyri tykkum borgarar í Tvøroyrar Kommunu, ið eru 65+ ár er byrjað aftur.

Øll ið fylla 65 ár í ár og eldri eru vælkomin at møta í skúlahøllini í Trongisvági hvønn týs- og tórsdag kl 16.00 har vant verður í 3 mdr. Venjingin hevur til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión og á henda hátt betra um vælveru og lívsgleði í tí dagliga.

Eisini er hetta eitt gott høvi at seta sosiala samveru á breddan aftur við einu vatnsopa og frugt sum er at fáa aftaná hvørja venjing Tað er Tvøroyrar Kommuna í samstarvi við Gudrid Nolsøe Fysioterapeuti, ið stendur fyri venjingartilboðinum. Kostnaður fyri hvørja venjing er kr. 20.




Ítróttarhøllin, Smærugøta 9, 826 Trongisvágur