ÍTRÓTTARHØLLIN
Tú ert her: ÍTRÓTTARHØLLIN << - GREINAR
Smærugøta 9
826 Trongisvágur
31-08-2020

ÍTRÓTTARHØLLIN OG FIMLEIKARHØLLIN LATA UPP AFTUR

Frá 1. september, verður vanliga virksemið í ítróttarhøllini í Trongisvági, og í fimleikarhøllini í Tvøroyrar skúla tikið upp aftur, eftir at hava verið niðurlagt í sambandi við korona og summarsteðg.

Virksemið verður tillagað til almennu tilmælini fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum, ið kann lesast her

Heitt verður á hvønn einstakan um at taka ábyrgd og ger sítt til at minka um smittuvandan. Mælt verður til at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri við at vaska/sprita hendur.
 
Eisini verður heitt á borgarar í Tvøroyrar kommunu um at kunna seg um støðuna á heimasíðuni hjá kommununi, har kunna verður um serlig viðurskiftir gera seg galdandi her á staðnum.
 
 
 




Ítróttarhøllin, Smærugøta 9, 826 Trongisvágur