ÍTRÓTTARHØLLIN
Tú ert her: ÍTRÓTTARHØLLIN << - GREINAR
Smærugøta 9
826 Trongisvágur
24-04-2022

Útbjóðing av rakstrinum av kantinuni

 
1. Útbjóðing av rakstrinum av kantinuni í ítróttarhøllini í Trongisvági
Tvøroyrar kommuna, bjóðar hervið út leigumálið at reka kantinuna í ítróttarhøllini í Trongisvági. 
Raksturin av kantinuni í Ítróttarhøllini verður hesa ferð boðin út í fimm (5) ár frá 1. juni 2022. Loyvishavari hevur ikki framíhjárætt, tá virksemið verður bjóðað út aftur í juni 2027.
Ítróttarhøllin er stovnur hjá Tvøroyrar kommunu. Loyvishavarin av kantinuni samskipar virksemið í kantinuni, og tilrættisleggur hetta eftir tiltøkum í ítróttar- og skúladeplinum, sambært galdandi reglugerð. 
Freistin at bjóða er fríggjadagin 20. mai 2022 kl. 12.00, tilboð, sum koma inn seinni, verða ikki tikin við. 
 
2. Um Ítróttarhøllina, kantinuna, forhøllin og skúlahøllin (-ítróttar- og skúladepilin)
Ítróttarhøllin 
Ítróttarhøllin er ein virkin høll, sum serliga verður nýtt til ymsik ítróttartiltøk, venjingar, kappingar og framførslur innan ítrótt. Eisini verður skipa fyri tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk.
Í Ítróttarhøllin eru toilettir, skiftirúm, áskoðarpláss við pláss fyri tilsamans 1.000 áhoyrarum. ítróttar- og skúladeplinum læt upp 1. oktober 1982, og hevur síðani verið middepil fyri eina røð av tiltøkum. 
 
Forhøllin & skúlahøllin
Forhøllin og skúlahøllin kunna nýtast til ymisk tiltøk saman við Ítróttarhøllini, og kann virksemið hjá kantinuni eisini fevna um forhøllina og skúlahøllina. Talan kann vera um tiltøk so sum veitslur, fundir, merkisdagar, framløgur, móttøkur, konsertir o.a. 
 
Um kantinuna 
Kantinan er partur av ítróttar- og skúladeplinum. Ætlanin er, at kantinan er opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og í vikuskiftunum. Loyvishavarin hevur rætt til at skipa fyri privatari útleigan/veitslum í ítróttar- og skúladeplinum. Hetta verður gjørt í samráð við húsavørðin og eftir avgerð av umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu. 
Kantinan hevur ikki almennt skeinkiloyvið, tó kann skipast fyri privatum tiltøkum eftir avgerð og í samráð við loyvishavaran, har skonkt verður, samb. kunngerð um skeinkiloyvi, hissiniloyvi og virksemi Loyvisnevndarinnar. 
 
3. Treytir í sambandi við tilboðið 
Tað hevur avgerandi týdning, at kantinan virkar sum ein natúrligur partur av Ítróttar- og skúladeplinum í Trongisvági, til gagns fyri báðar partar, eins og íðkandi og vitjandi í deplinum.
 
Upplatingartíðir 
Ætlanin er, at kantinan er opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og í vikuskiftunum. Loyvishavarin skal samstarva við húsavørðin í Ítróttarhøllini um virksemið og um upplatingartíðirnar. 
 
Starvsfólk 
Loyvishavarin hevur síni starvsfólk og hevur fullu ábyrgdina av teimum. 
 
Loyvisgjald 
Loyvishavarin rindar eitt árligt loyvisgjald fyri rakstur av kantinuni.  (Sí 4. innihald í tilboði)
 
El, hiti, reingerð o.t. 
El, hiti og reingerð eru roknað við í loyvisgjaldið. Loyvishavarin tekur sær av reingerðini av kantinuni. Tvøroyrar kommuna tekur sær av reingerðini av ítróttarhøllini, toilettum, skiftirúmum, forhøllini og skúlahøllini. –Tó tekur loyvishavarin sær av upprudding og reingerð av ítróttarhøllini, toilettum, forhøllini og skúlahøllini, um hesi vera brúkt til privata útleigan, sum loyvishavarin hevur samskipa, avtala og ábyrgd av.
 
Avhending og framleiga v. m. 
Loyvishavarin kann ikki avhenda ella lata loyvið, herundir raksturin, upp í hendurnar á triðjamanni (framleiga). 
 
Roykiforboð 
Kantina er í einum høli, har almenningurin hevur atgongd, og tí er roykiforboð galdandi á øllum innandurða økinum í ítróttar- og skúladeplinum.
 
Loyvir 
Loyvishavari útvegar sær øll neyðug loyvir til virksemið at reka kantinuna, herundir skeinkiloyvi um neyðugt v.m. Loyvishavarin hevur ábyrgd av og skal lúka allar treytir innan Matur og matvøruframleiðsla, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur samb. matvørulóg og kunngerðir, og Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) -Hetta er ein treyt fyri leigumálinum. 
  
4. Tilboð 
Innihald í tilboðnum: 
Tilboðsgevarin sendir inn eitt tilboð við í minsta lagi hesum upplýsingum: 
Loyvisgjald:  Tilboðsgevarin setur í tilboðið eitt árligt loyvisgjald fyri rakstur av kantinuni.  Sí punkt 3
 
Aðrar upplýsingar:
Tilboðsgevarin greiðir frá og veitir prógv fyri sínum royndum/førleikum at reka kantinu, matstovu ella javnsettum viðkomandi royndum v.m. (frá egnari fyritøku, starvi hjá øðrum, útbúgving ella øðrum). 
Fíggjarætlan fyri rakstur av kantinuni verður løgd við, har tilboðsgevarin váttar, at hann/hon hevur eitt veruligt fíggjarligt grundarlag undir rakstrinum av kantinuni og hóskandi fíggjarstøðu til raksturin. 
Tilboðsgevarin skal vísa á sannlíkindini fyri, at hann/hon hevur fortreytir fyri at fáa neyðugu loyvini, so sum handilsloyvi og matvøruframleiðsluloyvið v.m. 
Harumframt greiðir tilboðsgevarin frá ætlanum, stevnumiði og hugsanum um matstovu virksemið, soleiðis at kantinan verður natúrligur partur av virkseminum í Ítróttarhøllini og skúlanum í góðum samskifti við húsavørðin og skúlaleiðsluna og starvsfólk annars í Ítróttar- og skúladeplinum í Trongisvági. Eisini verður dentur lagdur á, hvørjar hugsanir tilboðsgevarin hevur um prísleguna og vøruútboð í kantinuni. 
 
5. Tilgongd 
Kunning og spurningar 
Møguligir tilboðsgevarar, sum hava spurningar ella ynskja at síggja hølini og umstøðurnar, kunnu venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, telf. 781122, ella við telduposti til frodi@tvoroyri.fo
 
Viðgerð av innkomnum tilboðum 
Møguleiki verður hjá øll tilboðsgevarum, at vera til staðar, tá øll tilboðini verða upplatin, gjøgnumgingin, og kannað verður, um allir kravdir upplýsingar eru við. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rætt til, men hevur ikki skyldu til, at vísa tilboðum frá sær, sum ikki hava kravdu upplýsingarnar. Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rætt til at vraka øll innkomin tilboð. 
Tilboðsgevarar, sum verða mettir at samsvara best við treytirnar, verða bodnir hvør sær á fund við Tvøroyrar kommunu at gjøgnumganga og viðgera tilboðið. Um mett verður neyðugt, kann Tvøroyrar kommuna biðja um meira tilfar og fleiri upplýsingar. 
 
Avgerð 
Eftir fundirnar við tilboðsgevararnar tekur Tvøroyrar kommuna avgerð um, hvønn tilboðsgevara sáttmáli verður gjørdur við. 
Avgerðin verður tikin við støði í eini meting av, hvørji tilboð, -mett eftir tilboðunum umframt øðrum seinni innkomnum upplýsingum-, í mestan mun lúka treytirnar nevndar í pkt. 4. “Tilboð”, so sum royndir, fíggjarlig viðurskifti, tænastustig og møguleika at fáa neyðug loyvi til virksemið. 
 
 
Avlýsing av tilboðstilgongdini 
Tvøroyrar kommuna tilskilar sær til eina og hvørja tíð rætt til at avlýsa tilboðstilgongdina heilt ella lutvíst. Eitt nú kann tilboðstilgongdin verða avlýst, um Tvøroyrar kommuna metir, at eingin av tilboðsgevarunum hevur váttað ella veitt prógv fyri, at hann/hon hevur eitt veruligt fíggjarligt grundarlag at reka kantinuna. 
Eisini tilskilar Tvøroyrar kommuna sær rætt til frítt at kunna velja ímillum innkomnu tilboð at reka kantinuna, ella ikki at taka av nøkrum av tilboðnum.
 
Fyrivarni um ábyrgd 
Dentur verður lagdur á, at Tvøroyrar kommuna við at gera sáttmála við tilboðsgevara ikki hevur tikið støðu til handilsloyvi, eins og avgerðir um at játta skeinkiloyvi og møgulig onnur loyvi verða játtað av loyvismyndugleikunum eftir umsókn frá tilboðsgevara. Tvøroyrar kommuna átekur sær sum útbjóðari ikki ábyrgdina av, at ávísur tilboðsgevari, sum sáttmáli er gjørdur við, fær neyðug loyvi til rakstur av kantinuni. 
 
Innlating av tilboði 
Tilboðsgevarin innsendir tilboðið í afturlatnum brævbjálva merktur “Rakstur av kantinuni í Ítróttarhøllin” við øllum kravdum upplýsingum í seinasta lagið fríggjadagin 20. Mai kl. 12.00.  

Tilboð kunnu sendast við posti ella latast inn persónliga til:

Tvøroyrar kommuna
Tvøravegur 37
Postbox 80 
800 Tvøroyri
 



Ítróttarhøllin, Smærugøta 9, 826 Trongisvágur