RUSKPLÁSSIÐ
Tú ert her: RUSKPLÁSSIÐ << - GREINAR
825 Froðba
Tlf. 611085
14-07-2014

Bingja frá Dugna í grótbrotinum

Nú fáa fólk úr Suðuroy eisini møguleika at geva møblar og ting til Dugna. 
Dugni hevur nú samstarv við Tvøroyar kommunu, um bingju á bingjuplássinum.
 
Tikið verður ímóti møblum, leikum, sukklum og nógvum øðrum, sum fólk ynskja at geva til arbeiðið hjá Dugna. Lutir, ið fólk vilja av við, men sum tó eru ov góðir at koyra burtur. Dugni ger smáar ábøtir og reingera lutirnar, fyri seinni at selja teir í ein av handlunum hjá Dugna. 
 
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur undir Almannamálaráðnum, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna fara til arbeiðis.
 
 



Ruskplássið, 825 Froðba - Tlf. 611085