RUSKPLÁSSIÐ
Tú ert her: RUSKPLÁSSIÐ << - STARVSLÝSINGAR
825 Froðba
Tlf. 611085
11-10-2017

Endurlýsing: Tekniskur leiðari til Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara á Teknisku deild, tí verandi leiðari fer frá sum leiðari vegna aldur.

Undir Teknisku deild eru umframt tað  kommunala tekniska virksemi eisini Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið.

Høvuðsverkevni

  • Leiðsla á Teknisku deild, har Tvøroyrar havn og Tvøroyrar sløkkilið eru undirløgd
  • Býar- og byggi planlegging
  • Fyriskipa og tilrættisleggja nevndarfundir
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Stýring av kommunalum viðlíkhaldsarbeiðum
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m.
  • Projekteringsarbeiði og eftirlit
  • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar-arbeiði
  • Skal luttaka og fyriskipa menningar ætlanir og vitarnar virksemi fyri alla deildina

 Vit kunnu bjóða

  • Góðar arbeiðsumstøður við møguleika til førleikamenning.
  • Eitt starv við nógvum áhugaverdum og avbjóðandi  uppgávum

 

 Førleikakrøv

  • Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving
  • Fyrimunur er at hava royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum
  • Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist
  • Munnligan og skrivligan førleika
  • Hollan telduførleika
  • Opna og fyrikomandi atferð
  • Evni, at ganga undan og geva íblástur í arbeiðinum
  • Leiðsluroyndir/-førleikar
  • Er ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og dugir væl bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Evni at samstarva, tænastusinnað/ur og góð/ur at heita á
  • Evnar at virka í eini politiskari skipan

Setan og løn

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

Nærri fæst at vita

Um starvið við at venda sær til kommunustjóran Henrik Weihe Joensen á tlf. 221091 ella býarverkfrøðingin Tummas Sørensen á tlf. 211712


Umsókn

Saman við avritum av prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum við upplýsingum um royndir, skal vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, Tvørávegur 37, FO 800 Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”Leiðari til Teknisku deild”, í seinasta lagi hósdagin 26. oktober 2017 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast sum teldupostur til: tvoroyri@tvoroyri.fo 


Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
 
 
Tvøroyrar Kommuna fevnir um Froðba, Tvøroyri, Trongisvág, Øravíkarlíð og Ørðavík, og tað búgva umleið 1730 fólk í kommununi. Tvøroyrar Kommuna hevur umleið 120 fólk í starvi. Í umsitingini arbeiða 11 fólk. 



Ruskplássið, 825 Froðba - Tlf. 611085