VATNVEITINGIN
Tú ert her: VATNVEITINGIN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-11-2012

Drekkivatnið í Tvøroyrar Kommunu

Brunnar í Øravík

Síðani Tvøroyrar Kommuna yvirtók ábyrgdina av øllum drekkivatninum í 2007, hevur verið arbeitt fram í móti at skaffa øll í kommununi reinsað vatn. Ein stórur partur av arbeiðnum hevur verið íbinding, umvæling og nýgerð av leiðingskervinum hjá gomlu privatu vatnfeløgunum. Tey síðstu 4 árini eru tilsamans 4-5 km av høvuðsleiðingi lagdir.

Har hava verið stórar væntaðar og óvæntaðar avbjóðingar, og tískil hevur arbeiðið ikki gingið so skjótt, sum ynskiligt var. Í summar var avbjóðingin, at nýggjur stórbrúkari kom á havnarlagnum, samstundis sum brek vóru á gomlum innleggingunum.

Tó eru hent fleiri frambrot, sum longu nú byrja at kunna merkjast.

Fyri at fáa reint vatn til øll í Froðba hevur kommunan sett upp kraftmikla pumpu, ið pumpar reinsað vatn niðan í Støðlabrunnin. Umfattandi umleggingar og umvælingar á havnarøkinum fáa eisini ávirkan á vatntveitingina á Sevmýri og í Froðba. Harafturat manglar lítið í, at løgd er nýggj høvuðsvatnleiðing úr reinsiverkinum á Rananum og beinleiðis út til Tvøroyrar.

Nýggj leiðing er løgd vestur til ”í Lambabyrgi”, og er klár til íbindingar. Byrjað er uppá vatnleiðing frá SEV-verkinum inn ímóti plantasjuni í Trongisvági.

Vatngóðskan er betrað í Øravík við uppsetan av nýggjum vatnbrunnum, og nýggj leiðing er eisini løgd millum Øravíkarlíð og Øravík.

Í komandi tíðini hevur kommunan fleiri arbeiðspunktir fyri at betra um veitingar- og góðskutrygdina í drekkivatnskipanini.

ÁarvatnÍ teimum økjum, sum nú fáa reinsað vatn á Sevmýri og um stutta tíð í Froðba, kunnu vera einstøk hús, sum framvegis hava trupulleikar við vatninum. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, td. at tey onkursvegna framvegis heilt ella lutvíst eru bundin í einari vatntøku frá gomlu vatnfeløgunum, ella at tey hava gomul rør. Í summum førum kann húsaeigarin sjálvur loysa trupulleikan, meðan hann til aðrar tíðir bert kann loysast í samstarvi við kommununa.

Ein opin brunnur er enn tengdur at skipanini sum eykagoymsla, og hann skal hava lok. Undir vanligum góðum umstøðum hevur tað onga avleiðing, men tá vatntrot er, kunnu húsahald á Ovara veg og á Tippinum og líka út til Froðbiar fáa vatn, sum hevur verið ígjøgnum ein opnan brunn. Tískil er tað tá framvegis ráðiligt at kóka vatnið.

Harafturat skal rávatnið takast og verjast betur, t.v.s. at betra um umstøðurnar, har sum kelduvatn og áarvatn verður tikið til drekkivatn, og at vatnleidingar, sum liggja omaná vøllinum, skulu gravast niður.

Við framtíðini í huga skal vatngoymslan á Rananum økjast, eins og framleiðsluførið á reinsiverkinum helst eisini skal økjast, tó at tað í løtuni er nøktandi sjálvt við økta virkseminum á havnarlagnum.  

Við hjálp frá góðum tólum og vaknum borgarum, er tað eydnast at finna nógvir lekar, og sostatt er nýtslan av drekkivatni í dag hin sama á Tvøroyri, sum áðrenn stóra pelagiska virkið byrjaði.  Enn er tó framvegis lekar, sum ikki eru funnir, og kemur fólk fram á leka, kann boðast frá til havnaskrivstovuna á tlf. 371055. Drekkivatnið er okkara felags ogn, sum vit øll kunnu vera við til at verja og varðveita.




Vatnveitingin, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - tvoroyri@tvoroyri.fo