VATNVEITINGIN
Tú ert her: VATNVEITINGIN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo
26-09-2013

Tvøroyrar Kommuna keypir nýtt reinsiverk

Sum kunnugt hevur leingi verið neyðugt at kóka drekkivatnið í Froðba, á Sevmýri og í pørtum av miðbýnum. Kommunan hevur ikki havt nokk av reinsaðum vatni, orsakað av broytum virksemi á havnarlagnum, og tískil hava nógv húski tíverri fingið óreinsað vatn.

Støðan nú
Støðan er nú tann, at økið undir Skorum í Froðba framvegis fær óreinsað vatn, meðan hini økini í Froðba og á Sevmýri nú fáa reinsað vatn, tó fyribils við íbinding í opnan brunn sum eykagoymslu.

Her kanst tú taka eitt kort niður, sum vísir hvar fólk í løtuni fáa reinsað ella óreinsað vatn: Drekkivatnsgóðska (PDF, 832 KB)

Arbeitt hevur verið við at finna loysnir, bæði eina stutttíðarloysn, og eina verandi loysn, soleiðis at øll Tvøráfólk endaligt kunnu siga farvæl til tíðina við óreinsaðum vatni.
 
Nýtt reinsiverk
Hósdagin 19. september samtykti Tekniska Nevnd so at keypa eitt nýtt reinsiverk, sum verður sett upp í Støðlunum.

Talan er um eitt “kompakt reinsianlegg”, eina bingjuloysn, ið veitir omanfyri 20 m3 av reinsaðum vatni um tíman. Útveganin tekur 6 vikur, men fyrireikandi arbeiðið viðv. undirstøði og ventilskipan fer í gongd beinanvegin.

Við nýggju íbindingini sleppa øll økir á uttara helmingi á norðursíðuni , ið higartil hava fingið óreinsað vatn, undan trupulleikanum framyvir.

Samstundis verður arbeitt við einari yvirskipaðari útbygging av vatnveitingini, soleiðis at reinsiverkið á Rananum klárir framtíðar avbjóðingar.
 
Les meira um drekkivatnið her



Vatnveitingin, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - tvoroyri@tvoroyri.fo