VATNVEITINGIN
Tú ert her: VATNVEITINGIN << - GREINAR
Havnarlagið 24
800 Tvøroyri
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-05-2014

Vatnveitingin til havnarøkið dagførd

Tað sær eitt sindur rokaligt út í omankoyringini  Svaldbardsgøta/Á Brekkunum.  Orsøkin er at bundið verður saman millum Vatnverkið á Rananum og havnarøkið eftir niðara veg. Tá sambindingin her er liðug,  verður farið undir at leggja seinasta strekkið frá Salem og út til fyrrverandi Vøruhúsið.

Sostatt verða tvær leiðingar út á Tvøroyri,  og skuldi tað bøtt munandi um trygdina fyri veiting, sjálvt um eitt óhapp hendir  við aðrari leiðingini. 




Vatnveitingin, Havnarlagið 24, 800 Tvøroyri - tvoroyri@tvoroyri.fo