BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - BYGGISAMTYKT
22-09-2023

Partur 2: Ásetingar eftir byggireglum

§ 12. Greiningar, útrokning av nýtslustigum o.a.

1)     Størsta loyvda bygging á grund verður avgjørt fyri hvørt grundstykki sær, sum lutfallið millum víddina á húsinum og víddina á grundstykkinum. Talið, sum kemur úr hesari útrokning verður kallað byggistigið.
2)     Mesta stødd á húsum verður avgjørt fyri hvørt grundstykki sær, sum lutfallið millum samlaðu gólvvíddina í øllum húsahæddum á húsunum og víddina á grundstykkinum. Talið, sum kemur úr hesari útrokning, verður kallað nettonýtslustigið.
3)     Viðvíkjandi bygging til vinnu verður stødd á húsum tó vanliga ásett á tann hátt, at í staðin fyri nettonýtslustigið, verður sett ávíst lutfall millum rúmmálið í húsinum og víddina á grundstykkinum.
4)     Víddin á hvørjari einstakari hædd verður roknað frá útsíðunum á útveggjunum. Eldverjuveggir ella tílíkir, ið tvey hús hava í felag, verða roknaðir hvørjum húsum til helvtar av veggjartjúktini. Kjallari verður ikki roknaður til gólvvíddina. Er eingin kjallari, kann byggimyndugleikinfyri vanlig sethús loyva, at 10% verður lagt aftur at mest loyvdu samlaðu gólvvíddini.
5)     Víddin av loftshæddum, sum kunnu verða nýttar, verður roknað til 50% av hæddini beint undir teimum.
6)     Bilskúr, úthús og hjallar í sjálvstøðugum bygningum, verða bert roknaði upp í hæddavíddina við tí parti av samlaðu víddini á hesum bygningum, ið fer upp um 35 m².
7)     Bilskúr og bilskýli samanbygd við sethús verða bert roknað upp í hæddarvíddina við tí parti av samlaðu víddini á bilskúrinum/-skýlinum, ið fer upp um35 m².
8)     Hesar víddir verða ikki taldar við í víddina á grundstykkinum:
a)     Víddin millum ein veg og eina linju eftir einari fastsettari breiðking av vegnum.
b)     Ein vídd, sum av tí at vegur ella gøta gongur gjøgnum grundstykkið, ikki beinleiðis hevur samband við tann partin av grundstykkinum, sum byggjast skal á. Tað sama er galdandi, um ætlanin er at gera veg ella gøtu, men arbeiðið ikki enn er gjørt.
c)     Aðrir jarðarlutir, sum hava sama matrikulnummar sum grundstykkið, sum byggjast skal á, men sum ikki hanga saman við grundstykkjum.

§ 13. Viðvíkjandi hæddar- og frástøðuviðurskiftum húsanna

1)     Eingi hús og eingin húsalutur má gerast hægri enn at fáast kunnu nóg góð ljósviðurskifti og hóskiligt samljóð við hús á sama grundstykki og hús á grannagrundum.
2)     Frástøðan bilskúr, úthús o.t. bygningar sínamillum, somuleiðis fráleikin millum hesar smærri bygningar og sethúsini, kann verða minkaður niður í 1 m. Út fyri vindeygu til búrúm og køk, skal frástøðan tó í minsta lagi vera 2,5 m. Veksur hetta ikki um vandan av eldi, kann verða loyvt at byggja fast millum bygningar.
3)     Byggimyndugleikin kann gera frávik frá ásetingunum í stk. 2, tá ið tað snýr seg um atvinnuøki og um bygging sum er gjørd, áðrenn almenn byggisamtykt kom í gildi.
4)     Frástøðurnar, ið nevndar eru í stk. 2, verða máldar vatnrætt uttan mun til jarðarmun og vinkulrætt á linju ella flata yvirav. Hæddin - t.e. loddrætta hæddin máld av vatnrættum flata.
5)     Útveggur á húsum, sum vendir móti grannamarki og ikki er í minsta lagi 2,5 m frá tí, skal gerast sum eldverjuveggur. Undantøk kunnu verða loyvd, um so er, at tað ber til fyri eldvanda, eitt nú tá ið bygt verður sambært góðkendari heildarbyggiskipan fyri økið, ella so er, at trygd er fyri at frástøðan millum húsini, sum venda móti markið á teimum báðum grundstykkjunum, ikki verður minni enn 5 m.
6)     Í øllum økjum, uttan miðbýarøkið, skulu allar byggingar standa fyri seg t.e. í minsta lagi 2,5 m frá markinum. Undantikin eru bilskúrar, bilskýli, skúr og smá úthús við ongum eldstaði. Hesir smærru bygningar kunnu verða bygdir nærri grannamarki, tá ið hesar treytir verða loknar:
a)     Longdin á bygninginum móti grannamarki, má ikki vera størri enn 8 m, Vendir bygningurin móti tveimum mørkum, má samlaða longdin ikki vera størri enn 12 m. (Viðmerking: Um søkt verður um byggiloyvi til bilskúr til 2 bilar, kann breiddin verða 6 m og longdin 6 m.)
b)     Bygningurin má ikki í einum fráleika upp til 2,5 m frá grannamarki vera hægri enn 2,5.
c)     Eldstaður og skorsteinur mugu ikki vera grannamarki nærri enn 2,5 m.

d)     Vindeygu mugu ikki vera móti marki.

e)     Takvatn skal verða hildið á egnari grund.
 
f)      Veggur móti grannamarki, skal verða gjørdur sum eldverjuveggur. Frávik frá hesum er loyvt, tá ið tað ikki veksur um vandan av eldi.
 
8)     Í serstøkum byggisamtyktum kann verða loyvt at víkja frá ásetingunum í stk. 2, 5 og 6.

9)     Byggimyndugleikin kann loyva smáum húsalutum, sum vanliga standa fram úr sjálvum húsunum t.d. grund, trappum, ljóskassum, altanum (svalum) og tílíkum, at standa fram um byggi- og veglinjur.

10) Allar útsíður á húsum, ið eru fríar, skulu gerast úr slíkum tilfari og soleiðis viðgjørdar, t.d. málaðar ella pussaðar, at tær saman við teimum húsum, ið standa í nánd, geva góða heildar-mynd. Eisini skulu húsini í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag.

§ 14: Tilhaldspláss

1)     Hjá sethúsum skal verða tryggjað eitt tilhaldspláss úti, sum í minsta lagi er eins stórt og øll bruttohæddarvíddin í sethúsunum.

2)     Í bústaðarøkjum skal, tá ið annað ikki er vorðið góðkent av byggimyndugleikanum, harumframt eisini verða eitt nóg stórt og opið øki fingið til vegar eittans ætlað sum tilhalds- og spælipláss hjá børnum,
Sostatt skal verða gjørt við nýútstykkingum: Spælipláss til smábørn uppá 200 m² fyri hvørjar 20 bústaðir, (tey skulu vera í mesta lagi 150 m frá tí bústaði, ið er longst burtur frá), Spælipláss uppá 2000 m² fyri hvørjar 200 bústaðir (tað skal liggja í mesta lagi 300 m frá tí bústaði ið er longst burtur frá).

3)     Við hús, sum heilt ella fyri ein part verða gjørd til vinnulig endamál, skal, tá ið byggimyndugleikin ikki góðkennir annað, verða gjørd serligt tilhaldspláss úti til teirra, sum arbeiða í fyritøkuni. Byggimyndugleikin kann í hvørjum einstøkum føri gera av, um stødd tilhaldsplássanna er hóskandi.

4)     Byggimyndugleikin kann fyri eldri býlingar geva bráðfeingis lættar viðvíkjandi hesum reglum, til tess ein hóskandi heildarloysn er fingin fyri eitt størri øki.

§ 15. Innrætning og umsiting av tilhaldsplássunum

1)     Óbygd øki, sum eru løgd av og góðkend sum tilhaldspláss o.a. sambært hesum ásetingum, eru ikki loyvd at nýta til onnur endamál, enn tey vóru avløgd til. Tá ið við eini hús, sum eru bygd áðrenn ásetingarnar komu í gildi, eru óbygd øki, sum ganglig eru til tað endamál, ið tilskilað er í hesum kapitli, er byggimyndugleikanum heimilað at seta forboð fyri, at tey verða bygd ella nýtt á slíkan hátt, at tey verða til bága fyri hesi endamál.

2)     Tilhaldspláss, spælipláss og øki, sum eru til ferðslu hjá teimum, ið nýta húsini ella øðrum, skulu verða hildin í góðum standi, so tey vandaleys fáa verið nýtt til tað, tey eru ætlað. Byggimyndugleikin kann seta neyðug umsitingararbeiði í verk fyri rokning eigarans.

§ 16: Parkeringsøki við bygging


1)     Nóg stórt øki skal verða lagt av til parkeringspláss, soleiðis at íbúgvarnir og tey sum hava arbeiði í húsunum, og vitjandi viðskiftafólk, útvegamenn o.a. fáa sett motorakfør síni frá sær á økinum, ið hoyrir til húsini.

2)     Fyri hús, sum heilt ella fyri ein part verða nýtt til bústað, galda, um ikki annað verður kravt ella góðkent av byggimyndugleikanum, hesi minstu krøv til tess at ganga tørvinum á parkeringsplássum á møti.
a)     Við einbýlishús skal tað økið, ið verður lagt av til parkeringspláss, verða í minsta lagi so stórt, at har er pláss fyri 2 bilum fyri hvønn búðstað sær.
 
b)     Við sethús í fleiri hæddum og ketu- og raðhús skal tað øki, ið verður lagt av til parkeringspláss verða í minsta lagi so stórt, at tað er pláss fyri 1½ bili fyri hvønn bústað sær.
3)     Fyri hús, sum heilt ella sum part verða nýtt til vinnu, skal parkeringsøkið til vinnuendamálini í hvørjum einstøkum føri verða góðkent av byggimyndugleikanum, soleiðis at farið verður eftir hvat vinnan er, talið á starvsfólkið og tørvi hjá viðskiftafólki at seta bilar frá sær og tílíkum. Tó skal vanliga í minsta lagi verða pláss til ein bil fyri hvørjar 50 m² bruttohæddarvídd í húsunum.

4)     Parkeringspláss skulu verða gjørd, áðrenn nýtsluloyvi verður latið ella loyvi verður givið at taka verandi bygningar í nýtslu til annað endamál.

5)     Frávik frá omanfyristandandi ásetingum (stk.1, 2, 3 og 4) kunnu verða loyvd, um so er, at gjøllari reglur eru fyrisettar í eini skipan gjørd av býráðnum.

§ 17: Útsjónd á bygging


1)     Allar fríar  útsíður og takflatur á einum bygningi skulu gerast av slíkum tilfari og viðgerðast soleiðis, t.d. við máling ella pussing, at tað í mun til hina byggingina á staðinum kann fáast ein góð heild.

2)     Byggimyndugleikin kann geva byggiloyvi treytað av, at byggingin í síni heild, herundi hegn, skelti v.m. kemur at síggja út soleiðis, at hon samsvarar við hinari byggingina á staðnum í eina góða heild.

3)     Tá tær í stk. 1 og 2 nevndu ásetingar ella atlit til byggilistalig virði krevja tað, kann byggimynduleikin krevja, at útsjóndin verður verandi samsvarandi tí líki, hon er í, soleiðis at broytingar í hesum viðurskiftum bert verða gjørdar við góðkenning frammanundan frá byggimynduleikanum.

4)     Hvør bygging, óbygd øki á ognum og har á verandi innrættingar skulu haldast í forsvarligum standi, soleiðis at tey ikki volda vanda fyri búfólk á ognini ella onnur ella á annan hátt hava týðandi manglar. Harafturat skal ognin verða hildin í ein eftir staðnum sømiligum standi. Um viðlíkahldið av einari bygging sýnir týðuligarmanglar, kann byggimynduleikin áleggja boð um ábøtur av manglunum.

5)     Ásetingarnar í stk. 4 galda uttan mun til, sær bygt er upprunaliga.

 § 18: Uppsetan av vindmyllum til húsbrúk

1)     Kommunan hevur samsvarandi almennu heimildunum, ið fylgja av býarskipanarlógini, sum byggimyndugleiki rætt til at regulera uppseting av vindmyllum til húsbrúk sum byggimál. Eisini kann kommunan sum umhvørvismyndugleiki regulera vindmyllur til húsbrúk fyri soleiðis at tryggja sær, at hesar virða tær umhvørvisreglur, ið kommunan sum umhvørvismyndugleiki hevur ábyrgd av (sí serliga § 8 í kunngerð nr. 53 frá 1994 um umhvørvisreglur).

2)     Farast kann ikki undir uppseting av myllu, áðrenn skrivligt loyvi fyriliggur frá kommununi.

3)     Vindmyllur til húsbrúk eru smáar vindmyllur, ið geva ískoytisorku til húsarhaldið, og sum ikki spenna meira enn 2.00 m í tvørmát (diametur).

4)     Umsókn: Áðrenn farið verður undir at seta upp vindmyllur, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi. Umsóknin skal í minsta lagi fevna um:
a.      Støðumynd (1:500) við mátum og plasering á grundstykki og fjarðstøðu til næstu grannamørk og grannabygningar

b.     Síðumyndir (1:100)

c.      Tvørskurð (1:50) við øllum neyðugum mátum

d.     Fundamentstekningar (1:50) og upplýsingar um mastratypu v.m.

e.      Skjalprógv fyri, at myllan livir upp til ásettar óljóðstreytir, sí pkt. 5, e, niðanfyri

f.      Frágreiðing um, hvussu myllan er fest og skjalprógv fyri, hvussu nógvan vind myllan tolir, sí pkt. 3, g, niðanfyri

5)     Krøv: Krøvini til einstøku myllurnar

a.      Tvørmát má í mesta lagi vera 2 m.

b.     Hædd: Loyvda hæddin er í mesta lagi 3.5 m. omanfyri mest loyvdu byggihædd (miðaljørðildi), mált í mun til hægsta veingjapunkt á mylluni. Tó kann mesta hædd ongantíð vera meira enn 12.5 m.  Hæddin upp til lægsta punkt á veingjum skal í minsta lagi verða 4 m.

c.      Frástøða: Til nærmasta grannamark skal í minsta lagi vera 10 m.  Myllan skal undir øllum umstøðum standa nærri húsinum, ið fær orku frá mylluni, enn grannahúsum. Øll mát eru í vatnrættari linju. Tá talan er um óbygda grannaogn, ella myllan er sett uttanfyri sethúsaøki, verður neyðuga frástøðan og hæddin ásett í hvørjum einstøkum føri.

d.     Óljóðstreytir v.m.: Óljóðið frá vindmylluni má ikki vera meira enn 39 og 37 dB við vindmegi á ávikavist 8 og 6 m/s mált inni á grannaogn við næsta húsavegg. Aðrir ampar enn hesir kunnu vera av óljóði o.ø., ið stendst av brúkinum, og verður kommunan at taka støðu í hvørjum einstøkum føri, um brúkið er sambæriligt við umhvørvisreglurnar.

e.      Styrkikrøv: Vindmyllan skal vera styrkigóðkend til vindferð í minsta lagi 60 m/s.

f.      Onnur Krøv: Sjálv vindmyllan má ikki víkja avgerandi frá hæddini á øðrum konstruktiónum í umráðnum. Vindmyllan skal hava eina yvirflatu, sum í minst møguligan mun órógvar og reflekterar ljós.

6)     Varnast kommunan, ella verður kommunan av øðrum gjørd varug við, at vindmyllan ikki lýkur ásetingarnar omanfyri, kann kommunan krevja at vindmyllan fyribils verður steðgað. Verða viðurskiftini ikki fingin í rættlag, kann kommunan krevja, at vindmyllan verður tikin niður.

7)     Kommunan ger vart við, at skaðar, ið vindmyllur gera á persónar ella annan mans ogn, eftir umstøðunum kunnu hava við sær endurgjaldsábyrgd fyri eigaran. Kommunan kann sum byggi- og umhvørvismyndugleiki ikki ábyrgdast fyri slíkar møguligar skaðar.
 
 
 



Byggisamtykt