BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - BYGGISAMTYKT
24-07-2017

Partur 6: Aðrar reglur

§ 50. Serstakar byggisamtyktir
  1. Byggimyndugleikin kann, sum ískoyti til hesa byggisamtykt, gera serstakar byggisamtyktir galdandi fyri nærri avmarkað, minni øki í kommununi.

  2. Í einari serstakari byggisamtykt skal greidliga verða greitt frá nýtslu av víddum, vegum og gøtum, parkeringum, tøkniligum veitingum og virkjum, útstykkingum og vavi av bygging og hvar bygt verður, heruppií nýtslustig og húsahæddir.
    Í einari serstakari byggisamtykt kann endalig ætlan fyri eitt øki verða fastløgd.
 
§ 51. Fyribils galdandi ásetingar
  1. Til almenn byggireglugerð er komin í gildi, verða ásetingarnar í donsku byggireglugerðini fyribils leiðbeinandi fyri Tvøroyrar Kommunu. [Bygningkunngerðin kom í gildi 1. januar 2017]
 
§ 52. Broytingar í byggisamtyktini
  1. Ein góðkend byggisamtykt ella serstøk byggisamtykt kann broytast ella víðkast eftir reglunum í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir um hvussu nýggjar byggisamtyktir verða gjørdar.
 
§ 53. Byggisamtyktin kemur í gildi
  1.  Henda byggisamtyktin kemur í gildi 1 viku aftaná, at landstýrið hevur góðkent hana.
 
 
 
Soleiðis samtykt av Tvøroyrar Býráð tann 12. februar 2013 og 20. mars 2013.



Byggisamtykt