BÓKASAVNIÐ
Tú ert her: BÓKASAVNIÐ << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyri
Tlf. 371584
tvobokas@skulin.fo
02-12-2021

Bókaútgávudagur á Seglloftinum á Tvøroyri

Uml. 50 fólk vóru møtt til útgávudag á Seglloftinum á Tvøroyri ónskvøldið, har rithøvundurin Óli Jacobsen legði fram bók sína um sýslumannin og tingmannin Kristian Djurhuus, sum var føddur 12. februar 1895 i Tórshavn og doyr 20. november 1984 i Trongisvági.
 
Óli skrivar um Kristian Djurhuus, at hann var á hægstu rók í føroyska samfelagnum í 50 ár. Fyrst og fremst er Kristian kendur sum okkara næsti løgmaður eftir heimastýrislógina. 
 

Kristian Djurhuus (1895-1984) var sýslumaður í Suðuroy í 45 ár, frá 1920 til 1965.

 
Harumframt var Kristian løgmaður, landsstýrismaður og tingmaður í til samans 34 ár. Eisini sat hann eitt skifti í kommunustýrinum á Tvøroyri.

 

Eftir at Kristin Michelsen, borgarstjóri hevði ynskt øllum vælkomin á Seglloftið, greiddi Óli Jacobsen frá um tilgongdina til bókina, og um ymisk brot úr bókini, ið telur 400 síður. Eisini greiddi abbasonur Kristian Djurhuus, Høgni Djurhuus frá um tíðina á Tvøroyri, um at ferðast til Havnar í ungum árum, og ikki minst um alt tað skivliga tilfarið á uml. 2300 tætt maskinskrivaðar síður, sum abbin Kristian hevur skriva sum endurminningar.

Hetta er alt tilfar, sum nú er grundarlag undir bókini, sum lýsir tíðina frá 1895 til byrjan 1940, frá barnaárinum á Kongabrúnni í Havn og fram til bretsku hersetingina í 1940.

 

Óli greiddi frá at ein stórur partur av bókini snýr seg um upplivingarnar hjá Kristian Djurhuus sum 24 ára gamal var útnevndur sum sýslumaður í Suðuroy. Talan er bæði um tær stuttligu, syrgiligu, dramatisku og politisku upplivingarnar. Av tí at Kristian Djurhuus ferðaðist til árligar grannastevnur, kom hann í samband við fólk og bygdir í allari oynni – frá Sumba til Sandvíkar.

Kristian dugdi sera væl at skriva endurminningar, og lýsir hann fleiri skemtiligar hendingar, so sum tá Christian Kongur á almennari vitjan í Føroyum í 1921 hevði gron. Ein onnur stuttlig hending var, tá ið kona fútan misti tolið og gav manninum boð um at skjóta eftir bretskum veiðutjóðum, sum fiskaðu innan fyri mark.

Fleiri syrgiligar hendingar eru tó eisini við í bókini. Eitt var, tá ið Kristian í 1919 varð sendur út í Hest at troysta avvarandi aftaná skaðadagin, tá ið 11 menn í bygdini sjólótust. Ein onnur hending var í Stóru Dímun har ungi bondin doyði av vanlukku.

Høgni og Óli greiddi frá, at nógv tilfar er eftir frá tíðini undir krígnum og fram til 1984, tá Kristian Djurhuus doyr, sum vónandi kann útgevast í einari seinni útgávu.

Eisini er í bókini frásøgn hjá Margrethu, konu Kristian, frá hennara barnaárum inni í Heiðunum á Skálafjørðinum.

 
Myndir av bókaframløguni á Seglloftinum
 
Óli Jacobsen greiðir frá bókini
 
Uml. 50 fólk vóru møtt til bókaframløgu, frásøgnir, kaffi og køkur.
 
Kirstin Michelsen, borgarstjóri heilsar uppá Óla Jacobsen, rithøvund
og Anni Nielsen og Høgna Djurhuus, ið eru abbabørn hjá Kristian Djurhuus. 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 



Bókasavnið, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyri - Tlf. 371584 - tvobokas@skulin.fo