GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI << - VEGLEIÐINGAR
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo
07-07-2014

Sjúka/frí

Er barnið sjúkt, kemur tað ikki í dagrøkt, og dagrøktarin skal fáa boð um hetta beinanvegin. Boða verður so frá, tá barnið er frískt aftur.

Barnið er frískt, tá tað kann vera úti saman við børnunum í dagrøktini.

Um vit meta, at barnið er illa fyri ella hevur febur, ringja vit eftir tykkum.

Hevur barnið eygnabruna, skal tað í viðgerð við heilivági, og er vælkomið aftur í dagrøkt. Tað sama er galdandi fyri starvsfólkið hjá dagrøktini.

Heilivágur verður ikki givin í dagrøktini, undantikið er heilivágur fyri kroniskar sjúkur td. astma.

Skal barnið hava frí frá dagrøkt, skal sigast frá tá barnið verður avheinta ella seinast um kvøldið áðrenn kl. 19.00 hetta er eisini galdandi fyri sms’ir.

Tað sama er galdandi tá barnið hevur verið sjúkt. Leiðarin kann hava gjørt aðra avtalu við dagrøktarin um at takað gestarøkt ella hjálpa til í spælistovuni.

Minnist til dagrøktarin hevur frí um kvøldið.




Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo