GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI << - VEGLEIÐINGAR
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo
12-05-2014

Ansingartíðir

Sambært dagrøktarsáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Komunala Arbeiðsgevarafelagið.
 
Grein 4. Arbeiðstíðir
“Arbeiðstíðin er í mesta lagi 48 tímar um vikuna, soleiðis at daglig arbeiðstíðin skal liggja millum kl. 7.30 á morgni og kl. 17.15 á kvøldi, tó kann einki einstakt barn verða í dagrøktini í longri enn 9 tímar hvønn dag.”

Foreldur og dagrøktari avtala ansingartíðina hjá barninum. Minnist til at virða dagrøktarheimið sum eitt arbeiðspláss, og vera úti úr heiminum kl. 17.15

Er barnið ikki komið kl. 9.30 og vit ikki hava fingi onnur boð so ganga vit út frá, at barnið ikki kemur, hetta tí tey flestu børnini byrja kl.7.30 og er tað leingi hjá teimum at bíða, áðrenn vit kunnu fara túr við teimum, ella byrja upp á ymiskir aktivitetir.

  • Fyri tryggleikan taka vit ikki ímóti børnum meðan vit eru túr.
  • Hálv tíð kann verða fyrra-ella seinnapart 4½ tíma dagliga.
  • Børn ið hava hálva tíð fyrrapart, skulu verða heinta kl. 12.15
  • Børn, ið hava hálva tíð seinnapart eiga at koma millum kl. 12.45 og 13.15



Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo