GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI << - VEGLEIÐINGAR
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo
17-09-2014

Vegleiðing til foreldur og starvsfólk um vanligar barnasjúkur

Barnasár
Barnasár er ein tann mest smittandi sjúkan á stovnum. Sjúkan vísir seg oftast sum sár í andlitinum, men eisini í hárbotninum og á hondunum og kann vísa seg á øllum kroppinum. Sjúkan byrjar við einum lítlum reyðum bletti og tað skriðar. Tilgerðartíðin frá tí, at barnið er smitta til sjúkan vísir seg er 1 – 3 samdøgur. Sárini smitta illa frá tí, tey byrja at væta til tey eru upptornað, og skorpurnar detta av. Barnasár skal viðgerðast av lækna. Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn sárini eru lekt og skorpurnar dotnar av

 

Barnaormur
Um barnið hevur barnaorm, eiga foreldrini at seta seg í samband við lækna.Vanliga verður øll familjan sett í viðgerð. Tekin eru um skriða í endatarminum, skriðar serliga illa um kvøldið og um náttina. Ormurin er 4 – 12 mm langur, klænur, hvítur, sum seymitráður og sæst í skarninum. Hetta er sera smittandi á stovuni ,og tí er tað týdningarmikið at tit hava barnið heima til banið er byrja í viðgerð!

 

Eygnabruni
Eygnabruni smittar ræðuliga illa á stovuni, um talan er um bruna, har barnið hevur fepur, eyguni eru reyð, eygnalokini hovin og væta rennur úr eygunum. Læknin metur um hetta skal viðgerðast!  Setið tykkum tá í samband við lækna. Tilgerðartíðin er vanliga 1 – 3 samdøgur. Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn tað er byrja í viðgerð.

 

Bruni í hálsinum
Barnið fær ilt í hálsin, tá ið tað svølgir, barnið kann sleva meir enn vanligt og hevur fepur. Eitlarnir følast eymir og hovnir.Oftast er bruni í hálsinum eitt virus og skal ikki viðgerðast, men tá ið talan er um bruna, sum skal viðgerðast, kann barnið í fyrsta lagi koma á stovn,tá ið tað hevur verðið í viðgerð í 2 dagar og ikki hevur fepur.

 

Bruni í munninum
Er eitt virus, sum byrjar við fepri. Tá nakrir dagar eru farnir, koma bløðrur í munninum. Seinni koma grá-gular bløðrur rundan um varrarnar. Barnið hevur ringt við at eta og drekka. Aftan á 10 – 14 dagar fara bløðrurnar burtur av sær sjálvum. Barnið skal verða heima til fepurin er burtur og tað kann eta vanligan mat og annars hevur tað gott.

 

Fimta barnasjúkan
Er ein mild, feburfrí sjúka, sum minnir um influensu, vísir seg við at barnið fær ógvusligan reyðan lit á kjálkarnar.Dagarnar eftir fer útbrotið um allan kroppin. Tilgerðartíðin er 1-3 vikur. Smittuvandi er fáar dagar, áðrenn útbrotið vísur seg.Týdningarmikið er at tit siga frá, um barn tykkara hevur hesa sjúku, tí hon er serliga vandamikil fyri kvinnur ið eru við barn !!

 

Heilivágur á stovninum:
Vit geva vanliga ikki børnunum heilivág á stovninum, uttan so at tað er lívsneyðugt, ella tá talan er um eina varandi sjúku.

 

Hond-, fót- og munnsjúka: Er ein mild, stutt sjúka. Sjúkan kann byrja við, at barnið er illa til passar og hevur eitt sindur av fepri. Oftast vísir sjúkan seg við m.a stórum blettum, sum gerast til bløðrur, oftast inni í lógvunum og undir ilini. Tilgerðartíðin er 3 – 8 dagar .Barnið kann verða á stovninum, tá tað er frískt og orkar at vera á stovni

 

Kikhosti 
Byrjar við vanligum krími og irriterandi hosta, ið so við og við mennist til ríðir av kikhosta. Hostaríðirnar versna tær komandi 1 – 2 vikurnar og viknað aftur eftir 2 – 4 vikur, møguliga longri. Hostaríðirnar kunnu virkað ógvusligar og ræðandi, og barnið kann blíva bláreytt í andlitinum og spýr kanska. Tilgerðartíðin kann verða millum 6 og 20 dagar. Smittuvandi er, frá krímið byrjar til 5 – 7 dagar eftir byrjaða viðgerð. Børn, sum ikki eru koppsett ímóti kikhosta aðru ferð, kunna ikki vera á stovni, tá ið kikhosti gongur ..

 

Krím 
Vísir seg vanliga m.a. við, at barnið snorar, nýsur, tárar, hevur irritatión í svølgi og nøs, ilt í hálsinum og kuldaskjálvta. Smábørn hava ofta fepur. Tilgerðartíðin er vanliga millum 12 og 72 tímar, men kann verða millum 1 og 7 dagar. Børn, sum hava krím og snora illa, eiga at verða heima til barnið følir seg frískt og ikki hevur tørv á serligari ansing

 

Leyst lív og spýggja
Her meinast við “leyst lív” við at tað rennur úr barninum. Leyst lív og spýggja hevur ofta við sær pínu í búkinum og evt. fepur. Leyst lív og spýggja smittar illa.  

Fyri at minka um smittuvandan skulu foreldur og starvsólk altíð vaska sær væl um hendurnar, tá ið tey hava verið um barnið. Minst til at geva barninum nógva vætu, gjarna við eitt sindur av salti og sukri í . Av tí at hetta smittar sera illa á stovninum, skal barnið skal vera heima til tað er ordliga frískt, fepurin er burtur og tað ikki longur hevur leyst lív.

 

Lús
Smittar illa og skal viðgerðast beinanvegin.Tú kanst keypa ymiskt til viðgerð av lúsum á apotekinum ella tú kanst kemba við tættkambi. Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn viðgerðin er byrja. Foreldur hava ábyrgd av at kanna børn síni og tryggja sær, at tey ikki hava lús!

 

Millumoyrnabruni
Vísir seg oftast við fepri og pínu í oyranum; eisini kann tað renna úr oyranum. Barnið eigur at verða kannað av lækna. Barnið skal vera heima, til tað ikki hevur tørv á serligari umsorgan og røkt.

 

Skarlaksfebur
Hevur við sær hálsbruna, fepur og “hindbertungu”. Børn sum hava skarlaksfepur, skulu vera heima, til tey eru frísk og ikki longur kunnu smitta onnur. Tilgerðartíðin er 1 – 3 samdøgur. Smittuvandi er frá at barnið er smittað, til barnið hevur fingið pensilin í 2 fullar dagar.

 

Skáldkoppar
Er ein ógvuliga smittandi barnasjúka, sum ein bert fær einaferð í lívinum. Skáldkoppar vísa seg við, at barnið fær fepur og útbrot við bløðrum, sum seinni torna til skorpur. Tilgerðartíðin er 2 – 3 vikur. Smittuvandi er frá 3 døgum undan, at barnið er útbrotið til 5 dagar eftir at útbrotið er komið ella til eingin nýggj bløðra er komin í 2 dagar og til bløðrurnar eru tornaðar.

 

Ússalig/ur uttan fepur
Børn kunnu verða ússalig, uttan at tey hava fepur. Vísir tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima, til tað følir seg væl til passar og orkar at verða við í tí virksemi, sum er á stovninum.

 

Nær kann barnið vera á stovninum?
Høvuðsreglan er, at sjúk børn ikki kunnu vera á stovninum og børn sum hava smittandi sjúkur, kunna ikki koma á stovnin fyrr enn smittuvandin er av !

Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum vanligum virksemi, uttan at hava tørv á serligari ansing. Um starvsfólk á stovninum eru í iva um, um eitt barn smittar, kunnu tey biðja foreldrini um eina meting frá kommunulæknanum. Um læknin heldur, at barnið ikki er smittuberi, kann barnið koma á stovn, um tað annars er frískt og orkar at vera á stovninum. Hetta ber eisini í sær at barnið tolir at vera úti og m.a. blíva vátt.

Um barnið verður sjúkt á stovninum
Um barnið verður sjúkt,fær febur, meðan tað er á stovninum, ella okkurt annað serligt er áfatt, skula starvsfólkini  seta seg í samband við foreldrini. 
 
 



Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo