GLUGGIN - FORSKÚLI
Tú ert her: GLUGGIN - FORSKÚLI << - REGLUGERÐ
Smærugøta 7
800 Tvøroyri
gluggin@tvoroyri.fo
15-03-2018

Reglugerð fyri virksemið í dagrøktarskipanini hjá Tvøroyrar kommunu

 

§ 1 – Bygnaður

 

Stk. 1. Dagrøktin er bygnaðarliga staðsett undir trivnaðardeildini hjá Tvøroyrar kommunu. Dagrøktin grundar sítt virksemi við heimild í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006.

 

Stk. 2. Í samráði við foreldraráðið skal dagrøktin virka fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari stevnu.

 

§ 2 – Endamál og uppgáva

 

Stk. 1. Endamálið hjá dagrøktini er gerandisdagar í dagtímunum í einum tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini, at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

 

Stk. 2. Uppgávan hjá dagrøktini er at bjóða børnum undir undirvísingarskyldugum aldri umframt børnum í frítíðarskúla eitt trygt, mennandi, avbjóðandi og læruríkt umhvørvi, sum byggir á teirra áhuga.

Stk. 3. Dagrøktin skal byggja á eina heildarfatan av børnum, har sum umsorgan, spæl, mentan og læra eru ein heild. Í hesum sambandi skal dagrøktin vera eitt umsorganar-, mentanar- og læruumhvørvi.

Stk. 4. Barnsins besta skal altíð verða útgangsstøðið og grundarlagið fyri virkseminum í dagrøktini. Dagrøktin skal í hesum sambandi menna dirvi og hugflog hjá børnum, og styrkja teirra sjálvsvirði, sjálvskenslu og sosialu førleikar soleiðis at børnini kunnu hava ávirkan á egið lív og verða ein virkin partur av fólkaræðinum.

 

§ 3 - Leiðsla

Stk. 1. Til tess at røkja dagligu leiðsluna av dagrøktarskipanini, hevur Tvøroyrar kommuna sett ein leiðara. Dagrøktarleiðarin vísir í starvi sínum til trivnaðarleiðaran.

 

Stk. 2.  Tað er fíggjarnevndin hjá Býráðnum, sum eftir tilmæli frá setanarbólki setir starvsfólk í starv í dagrøktarskipanini. Tað er eisini fíggjarnevndin, sum eftir tilmæli frá dagrøktarleiðaranum loysir dagrøktarar úr starvið.

 

Stk. 3. Fólk, sum verða sett í starv sum dagrøktarar sambært hesari reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Stk. 4. Dagrøktarleiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðsluni av dagrøktini og stendur fyri dagliga rakstrinum av dagrøktarskipanini. Leiðarin hevur í samráði við skrivstovufólk í umsitingini eisini ábyrgdina av at tryggja, at foreldur hjá børnum, ið eru í dagrøktarskipanini, hava goldið rættstundis fyri dagrøktarplássi og ikki koma í eftirstøðu.

 

Stk. 5. Í samstarvi við trivnaðarleiðaran, ger leiðarin fyri dagrøktina upptøkureglar, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum í mentamálum sambært § 4, stk. 2 í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.

 

Stk. 6. Leiðarin fyri dagrøktina førir høvuðsbók (journal) við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin í dagrøktini, navn teirra, aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru í dagrøktarskipanini, og um orsøkina til, at tey fóru úr aftur dagrøktarskipanini.

 

Stk. 7. Leiðarin fyri dagrøktina skipar fyri fíggjarætlan, arbeiðsætlanum, frítiðarætlanum og sjúkraseðlum v.m. í sambandi við virksemi í dagrøktarskipanini.

 

Stk. 8. Er talan um, at dagrøktarskipanin hevur tørv á størri íløgu, fer keypið fram, eftir at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri sosialu nevnd til støðutakan.

 

 

§ 4 - Foreldraráð

 

Stk. 1. Fyri dagrøktarskipanina hjá Tvøroyrar kommunu verður valt eitt foreldraráð, sum skal geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, dagrøktina og kommununa.

 

Stk. 2.  Dagrøktarleiðarin tekur stig til, at eitt foreldraráð verður sett á stovn. Í ráðnum skulu vera 3 ella 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

 

Stk. 3. Foreldraráðið skal vera umboðað av foreldrum, sum hava børn í dagrøktarskipanini.

 

Stk. 4. Umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu ger í samstarvi við dagrøktarleiðaran viðtøkur fyri virksemi hjá foreldraráðnum.

 

§ 5 – Dagrøktarin

 

Stk. 1. Dagrøktarin vísir í starvi sínum til dagrøktarleiðaran.

 

Stk. 2. Dagrøktarin skal hava hegni og áhuga, at ansa børnum og má leggja seg eftir, at tað einstaka barnið trívist og mennist.

 

Stk. 3. Dagrøktarin eigur í starvi sínum, at stimbra barnið andaliga og handaliga bæði inni og úti soleiðis at barnið við tíðini gerst búgvi til at fara í skúla.

 

Stk. 4. Dagrøktarin hevur ikki loyvi til at nýta kropsligan ella sálarligan harðskap ímóti teimum børnum, ið dagrøktarin hevur í ansing.

 

§ 6 – Námsfrøðiligi ráðgevin

 

Stk. 1. Námsfrøðiligi ráðgevin vísir í starvi sínum til kommunustjóran.

 

Stk. 2. Endamálið við námsfrøðiligu ráðgevingini er at tryggja, at øll børn, sum eru í dagrøktarskipanini hjá Tvøroyrar kommunu, mennast og trívast í tryggum umstøðum.

 

Stk. 3. Námsfrøðiligi ráðgevin veitir námsfrøðiliga ráðgeving til dagrøktarar í mun til teirra arbeiði við børnum og fakliga innihaldinum í arbeiðinum hjá dagrøktarunum.

 

Stk. 4. Námsfrøðiligi ráðgevin kann eisini ráðgeva og vegleiða dagrøktarum um eitt ávíst barn. Tað verður tó í tí ítøkiliga førinum gjørt eftir einari skrivligari áheitan frá dagrøktarleiðaranum og við játtan frá foreldrunum hjá barninum.

 

§ 7 – Tilmelding, innskriving og fyrsta tíðin

 

Stk. 1. Foreldur kunnu tilmelda síni børn til eitt pláss á dagstovninum 6. mánaðir áðrenn foreldrini flyta til Tvøroyrar kommunu at búgva.   

 

Stk. 2. Tá barnið byrjar í dagrøktarskipanini vitja barn og foreldur dagrøktarheimið. Innskrivingin av barninum fer síðani fram í dagrøktarheiminum ímeðan leiðarin og námsfrøðiligi ráðgevin eru til staðar. Avtalað verður gjørd um, nær tað liggur best fyri hjá øllum pørtum at vera til staðar til innskrivingina.

 

Stk. 3. Dagrøktarin greiðir frá hvussu gerandisdagurin er skipaður og fær eitt prát við foreldrini um barnið.

 

Stk. 4. Leiðarin, námsfrøðiligi ráðgevin og dagrøktarin seta tíð av til at tosa saman um, hvussu fyrsta tíðin hjá barninum í dagrøktini hevur gingið.

 

Stk. 5. Dagrøktarleiðarin tryggjar, at foreldur altíð kunnu biðja um fund við seg og dagrøktaran, at umrøða viðurskifti viðvíkjandi barninum.

 

§ 8 – Uppmøting, ansingartíð og heinting

 

Fyri at gerandisdagurin skal ganga væl, eiga ásettu uppmøtingar-, ansingar- og heintingartíðir at haldast.

 

Stk. 1. Dagrøktin hevur opið gerandisdagar í dagtímunum millum kl. 07:30 á morgni og kl. 17:15 á kvøldi. Tó kann einstakt barn ikki verða í dagrøktini í longri enn 9 tímar hvønn dag.

 

Stk. 2. Tá barnið byrjar í Dagrøkt avtala foreldur og dagrøktari ansingartíðina hjá barninum.

 

Stk. 3. Barnið kann vera hálva tíð í dagrøkt 4,5 tímar dagliga – antin fyrrapart ella seinnapart.

 

Stk. 4. Børn, sum eru í dagrøkt hálva tíð fyrrapart, skulu vera heintaði í seinasta lagi kl. 12:15.

 

Stk. 5. Børn, sum eru í dagrøkt hálva tíð seinnapart, skulu koma í dagrøkt kl. 11:45 og vera heintaði í seinasta lagi kl. 16:15.

 

Stk. 6. Um barnið ikki er komið í dagrøkt í seinasta lagi kl. 09:30 á morgni, og dagrøktin ikki hevur fingið onnur boð, væntast barnið ikki at koma í dagrøkt hendan dagin.

 

Stk. 7. Av trygdarávum tekur dagrøktarin ikki ímóti børnum ímeðan dagrøktarin er túr við børnunum.

 

Stk. 8. Foreldur hava ábyrgd av barninum til og frá dagrøktarheiminum.

 

Stk. 9. Um onkur annar persónur enn foreldrini skulu heinta barnið, skulu foreldrini í góðari tíð siga dagrøktaranum frá hesum.

 

Stk. 10. Dagrøktarin skal altíð kunna fáa fatur á øðrum av foreldrunum ímeðan barnið er í ansing í dagrøktini.

 

§ 9 – Tal av børnum

 

Aldurin á børnunum hevur týdning fyri, hvussu nógv børn hvør einstakur dagrøktari hevur í ansing. Dagrøktarin kann hava upp til 5 børn yvir 3 ár í ansing, ella 4 børn undir 3 ár fulla tíð.

 

 

§ 10 – Tagnaðarskylda

 

Dagrøktarleiðarin, námsfrøðilig ráðgevin og dagrøktarar hava tagnaðarskyldu viðvíkjandi persónligum viðurskiftum hjá børnum, sum eru í ansing i dagrøktini, og familjum teirra.

 

§ 11 – Brúk av bili í sambandi við ansing av børnum

 

Tað er loyvt dagrøktarum, at taka børnini við í bili í sambandi við ansing, um skrivlig váttan fyriliggur frá foreldrum ella verja hjá børnunum. Børnini skulu sita í trygdarbelti og í hóskandi bilstóli.

 

§ 12 Kostur, klæðir og leikur

 

Stk. 1. Børnini skulu hava matpakka við í dagrøkt til á middegi. Matur til hinar máltíðirnar, mjólk og annað, letur dagrøktarheimið. Mjólkapulvur, fløska og sutta mugu foreldrini um neyðugt hava við í dagrøktina.

 

Stk. 2. Barnið skal vera íklætt eftir veðrinum/árstíðunum, og hava eyka klæðir, regnklæðir og fótbúna við. Klæðini skulu vera væl merkt. Lítil børn skulu hava blæður, lappar og bringuklút við. Tað er ábyrgd hjá foreldrunum, at fáa klæðini heim við aftur.

 

Stk. 3. Um barnið hevur leikur við, er tað undir egnari ábyrgd.

 

§ 13 – Útgerð til taks og felagsvirksemi

 

Stk. 1. Dagrøktarheimið hevur til taks høgan stól og vogn við tilhoyri.

 

Stk. 2. Dagrøktarin tekur saman við børnunum lut í felagsvirksemi til dømis jólahald og føstulávintshald v.m.

 

§ 14 – Svøvnur og hvíld

 

Tað er av avgerandi týdningi fyri barnsins sálarligu og kropsligu menning, at tørvurin á hvílu og svøvni verður nøktaður. Dagrøktarin tekur atlit til henda tørv, at lítil børn hava tørv á nógvum svøvni, og har summi børn sova eina ferð um dagin ímeðan onnur børn sova tvær ferðir um dagin.

 

 

§ 15 – Sjúka og frí

 

Stk. 1. Er barnið sjúkt kemur tað ikki í dagrøkt. Dagrøktarin skal beinanvegin hava boð um sjúku hjá barninum.

 

Stk. 2. Foreldur skulu boða frá, tá barnið er frískt og kemur í ansing í dagrøktini aftur. Foreldur skulu boða frá hesum í seinasta lagi dagin fyri kl. 17:15, barnið skal byrja aftur. Barnið verður mett frískt, tá tað kann vera úti saman við børnunum í dagrøktini.

 

Stk. 3. Um dagrøktarin metir, at barnið er illa fyri ella hevur febur, ringir dagrøktarin eftir foreldrunum.

 

Stk. 4. Heilivágur verður ikki givin í dagrøktini. Undantikin er heilivágur fyri kroniskar sjúkur sum til dømis astmu.

 

Stk. 5. Skal barnið hava frí frá dagrøkt, skulu foreldur siga frá hesum, tá barnið verður avheinta ella umvegis sms í seinasta lagi dagin fyri kl. 17:15.

 

 

§ 16 – Dagar, ið dagrøktin hevur stongt

 

Stk. 1. Dagrøktin hevur stongt leygardagar, allar heiligdagar, jólaaftan, nýggjársaftan, ólavsøkudag og 1. mai.

 

Stk. 2. Dagrøktin hevur stongt hálvan dag – aftaná kl. 12:00 – flaggdagin, grundlógardagin og ólavsøkuaftan.

 

Stk. 3. Barnaansingarøki hjá Tvøroyrar kommunu verður samskipa í summarferiuni soleiðis at børn hava møguleika at vera í dagrøkt eisini í summarferiuni. Dagrøktarleiðarin kunnar nærri um hetta, tá summar-feriutíðin nærkast.

 

Stk. 4. Dagrøktin er stongd millum jól og nýggjár.

 

Stk. 5. Dagrøktin er stongd tveir dagar um árið, har dagrøktarar viðgera námsfrøðilig evni. Hesir báðir dagar, sum verða nevndir ráðleggingardagar, eru ikki ásettir frammanundan, men foreldur vera kunnaði um ráðleggingar-dagarnar í góðari tíð.

 

§ 17 – Gjøld, avsláttur, uppsøgn, farloyvi og frípláss

 

Gjøldini fyri at hava børn í dagrøkt eru hesi:

 

Stk. 1. Gjaldið fyri fulla tíð fyri børn undir 3 ár: 1800 kr/mánaðin

Gjaldið fyri hálva tíð undir 3 ár: 900 kr/mánaðin

Gjaldið fyri fulla tíð fyri børn yvir 3 ár: 1800 kr/mánaðin

Gjaldið fyri hálva tíð yvir 3 ár: 900 kr/mánaðin

 

Stk. 2. Foreldur við fleiri børnum í dagrøktarskipanini fáa systkina-avsláttur, men fyri fyrsta barnið í ansing betala foreldur fult gjald. Fyri næsta barnið í ansing fáa foreldur kr. 300,- í avsláttur. Foreldur fáa ókeypis ansing fyri triðja barnið og eftirfylgjandi børn.  

 

Stk. 3. Uppsagnartíðin er í minsta lagi 1 mánað til ein 1. í einum mánaða. Tað sama er galdandi, um tíðin hjá barninum í dagrøktini skal broytast.

 

Stk. 4. Foreldur kunnu søkja um farloyvi til teirra barn í upp til 1 ár. Tað er ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri, um umsóknin verður gingin á møti. Umsóknin skal sendast til kommunalu umsitingina, sum viðgerð umsóknina í samráði við dagrøktarleiðaran.

 

Stk. 5. Foreldur kunnu søkja um frípláss. Umsóknin skal vera inni hjá kommunalu umsitingini áðrenn 1. juli. Umsóknarbløð kunnu fáast frá dagrøktarleiðaranum, og eru annars at finna á forsíðuni á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu www.tvk.fo undir økinum børn og ung.

 

§ 18 – Eftirstøður

 

Stk. 1. Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann kommunan siga barnið upp eftir reglunum í kunngerð nr. 6 frá 25. januar 1995 – “Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt”. Í hesum førinum kann barnið verða sagt úr dagrøkt um eftirstøðan í gjaldingini er farin upp um 3 mánaðir, tó soleiðis, at Tvøroyar kommuna ella Suðuroyar Barnavernd hava viðgjørt spurningin, um heimild er at nýta frípláss.

 

Stk. 2. Vísandi til stk. 1, so verður barnið ikki upptikið í dagrøkt ella dagstovni aftur fyrr enn eftirstøðan er goldin ella skrivlig avtala er gjørd um afturgjalding av eftirstøðuni.

 

Stk. 3. Tá eftirstøðan er goldin, og nýggj avtala er gjørd, koma børn, ið hava verið uppsøgd í dagrøktini, á bíðilista á jøvnum føti við onnur børn.

 

§ 19 – Trygging

 

Børn, sum eru í ansing í dagrøktarskipanini hjá Tvøroyrar Kommunu, eru ábyrgdar- og vanlukkutryggjaði í Betri Trygging.

 

 

§ 20 – Samstarv og foreldrafundir

 

Stk. 1. Dagrøktarleiðarin, námsfrøðiligi ráðgevin, dagrøktarar og foreldur hava skyldu til at samstarva væl soleiðis at barnið trívist og mennist ímeðan barnið er í ansing í dagrøktarskipanini.

 

Stk. 2. Foreldraviðtala er um várið, Dagrøktarleiðarin, námsfrøðiligi ráðgevin, dagrøktarin og foreldur tosa saman um, hvussu barnið trívist og mennist í dagrøktini.  

 

Stk. 3. Ein felags foreldrafundur fyri alt barnaansingarøki hjá Tvøroyrar kommunu er um heystið, har viðkomandi evni eitt nú menning av børnum og foreldrasamstarv verða umrødd og fyrilestrar verða hildnir.

 

Stk. 4. Dagrøktarar og foreldur kunnu koma við ynskjum um evni til foreldrafundin 4 vikur frammanundan, foreldrafundurin verður hildin.  

 

 

 

§ 21 – Dagføring og broyting

 

Tvøroyrar kommuna kann dagføra og broyta hesa reglugerð, men skal í hvørjum einstøkum føri kunnað Tvøroyrar Býráð hesum viðvíkjandi.

 

 

§ 22 – Samtykt og góðkend

 

Tvøroyrar Býráð hevur á fundi tann 5. mars 2018 samtykt, at góðkenna dagføringina av hesari reglugerð.

 

 

 

 

 

 

Tvøroyri, 8. mars 2018 

 

 

____________________  ____________________
Kristin Michelsen
Borgarstjóri 
 Henrik Weihe Joensen
 Kommunustjóri

                                                          

                                                                    

 

 

 

 




Gluggin - forskúli, Smærugøta 7, 800 Tvøroyri - gluggin@tvoroyri.fo