PAKKHÚS 4
Tú ert her: PAKKHÚS 4
Havnarlagið 36
800 Tvøroyri
Tlf. 371885

Ungdómshúsið Pakkhús 4

Pakkhús 4 er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr.
 
Opið:
Húsið er opið 3 gerandisdagar um vikuna, harafturat verða tiltøk av og á í vikuskiftinum.

Mánadag, týsdag og tórsdag frá kl. 14:00 til 22:00.
Fyrra partin av degnum, frá kl. 14:00 til 18:00 er fyri 3. - 7. flokk.
Seinna partin av degnum, frá kl. 18:30 til 22:00 er fyri 8. flokk til 18 ár.
 


TÍÐINDI

Pakkhús 4, Havnarlagið 36, 800 Tvøroyri - Tlf. 371885