TRIVNAÐARDEILD
Tú ert her: TRIVNAÐARDEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
24-03-2020

RÁÐ TIL VENJINGAR NÚ NÓGV ARBEIÐA HEIMAN

Umráðandi er at venja og røra seg, hóast vanligu venjingartilboðini, sum kommunan o.o. skipar fyri, ikki eru virkin í løtuni, og nógv fólk arbeiða heiman í hesum døgum, ið sannlíkt røra seg minni enn vanligt.
 
Mælt verður til ikki at sita ovleingi, men at røra seg og fremja ymsar rørslur, sum eru góðar fyri kroppin.
 
Niðanfyri eru savnaði nøkur dømi, sum kunnu nýtast til íbástur

Venjing 1: her

Fyrsta leinkjan er ein sjónfíla við 10. venjingum, ið styrkja allan kroppin. Henda varir 17. min. Brúkast skal ein stólur, eitt teppi, nakrar vatnfløskur, ein skammil, og ein innkeypsposa.

Venjing 2: her

Næsta leinkjan er ein sjónfíla við løttum venjingum, sum virka allan kroppin ígjøgnum við stuðli av einum stóli. Venjingarskráin varir einans 6. min., men til ber sjálvandi at taka fleiri rundir.

Venjing 3: her

Seinasta leinkjan er ein sjónfíla við úrspenningar venjingum, sum er góð at nýta fyri at skapa ró í kroppinum. Úrspenningin ávirkar nervalagið, úrspennur vøddar og vevnað, og heilin fær eina hvíld. Henda varir umleið 18. min.

Leinkja til enska heimasíðu við góðum ráðum um venjingar: her

 




Trivnaðardeild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri